© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

PLANLEGGING

&   LANDSLAG

Føroyska náttúran er stórsligin og vøkur. Men eisini sárbar. Umráðandi er, at hugsa langskygt, tá vit víðka um bygda umhvørvið.

SNA hevur drúgvar royndir við at veita ráðgeving innan býarplanlegging, landslagsvarðveiting, økismenning, lokalplanlegging og landslagssniðgeving. Vit hava hjálpt fleiri kommunum og privatum aktørum við at gera bygdaatlas, útstykkingarætlanir, visjóns- og heildarætlanir, byggisamtyktir og skráseting av mentanarumhvørvum og SAVE skráseting av bygningum.  Eisini hava vit arbeitt við sniðgeving og menning av havnaøkjum, landslagsgøtum og landslagsverkætlanum í bygdum umhvørvi.