© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Grundøkið í Gøtu fevnir á fleiri hættir um bæði møguleikarnar og avbjóðingarnar við at liva og vaksa upp í Føroyum. Stórsligna lendið, áarleykur úr fjallasíðuni, nærlívið í viðarlundini og óendaliga havsbrúgvin – hesi undir ævinligt skiftandi veðrinum. Eitt framúrskarandi øki fyri børn og samstundis avbjóðandi. Hvussu kunnu lítil vøggustovubørn eins og tey størstu í barnagarðinum øll taka lut í hesum á tryggan hátt og menna fatanina av, hvussu tey sjálvi eru ein partur av øllum hesum – grasinum, ánni, djórunum og stóra umheiminum.

 

Í hesum uppskoti verður arbeitt við arkitekturi, ið hevur tætt samband við náttúruna og lætta atgongd til náttúruna úr bygninginum. Allar stovur, gangir og felagsøki eru ljós og gjøgnumlýst við útsýni til landslag og himmal. Bygningurin savnast um eitt innara tún mótvegis viðarlundini. Her er spæliplássið í tveimum hæddum, við nærlívi, lívd og við góðum sambandi til ytru síðuna, har spælt verður framvið ánni ella í kringliggjandi landslagi. Treytað av aldri og veðri verður altíð møguleiki at spæla úti - at kína kaninunum undir tekjuni í garðinum, tá tað regnar av grimd ella at klintra heilt upp í tornið í brekkuni ein vakran summardag.

Kappingaruppskot 2017

Dagstovnur við Gøtugjógv