© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

BÚSTAÐIR

Bústaðurin er karmur um lívið. Samfelagið og lívsstílur er broyttur nógv seinastu tíðina. Siðbundna sethúsið sum karmur um familjuna við tveimum til trimum ættarliðum er nú ikki einasti bústaðarhátturin í Føroyum. Stórur eftirspurningur er eftir íbúðum til støk, eldri og lesandi. Eins og tað verður alt størri tørvur á bústaðarstovnum. Hetta setur krøv til okkum arkitektar at definera bústaðin á nýggjum. Óansæð málbólkin og stødd og slag av bústaðum verður tikið støði í tørvin á búfólkinum. Og við fokus á tað góða lívið verður bústaðurin teknaður. Dentur verður lagdur á at hugsa útiumhvørvið inn í bústaðin og at hugsa langskygt og burðardygt. Heimið er tryggleiki, nærvera og samvera og er hetta upphavsstøðið í bústaðararkitekturinum hjá SNA.