© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

BYGGILEIÐSLA

SNA veitur byggileiðslu í øllum sløgum av verkætlanum. Okkara upprunastøði fyri eina hvørja verkætlan er at tryggja okkum, at verkætlanin hjá byggiharranum verður avhandað til tíðina til tann rætta kostnað og í hægstu góðsku.

 

Við einari professionellari og royndari manning, djúpum innliti í teymum teknisku og juridisku viðurskiftunum innan bygging og einari jaligari tilgongd til samstarvið millum arbeiðstakara og byggiharra, tryggja vit eina fasta stýring av byggingini.

 

Okkara royndu byggileiðarir samskipa ymsu yrkisbólkarnar á byggiplássinum. Hetta verður gjørt á ein hátt, so byggi- og anleggsprosjektir kunnu leiðast trygt í mál innan fyri avtalaðu tíðar- góðsku- og fíggjar-karmar.

 

Byggileiðarnir samskipa dagligu avbjóðingarnar, ið kunnu vera á einum byggiplássi við nógvum fakarbeiðstakarum. Hetta verður gjørt við at vera sjónligur á byggiplássinum og við eini røð av byggipláss-, fak-, formanns-, byggipláss- og samskipanarfundum.

 

Tíðarætlanin verður javnan gjøgnumgingin saman við pørtunum, ið eru partar av verkætlanini.

Uppstarts-, prosjekt-, fak-, trygdar-, og byggifundir við luttøku av byggileiðaranum, eru við til at tryggja kunnleika um arbeiðsháttir og framleiðslu.

 

Byggileiðslan hjálpir trygdarsamskiparanum við at liðugtgera og dagføra HTU (heilsu, trygd og umhvørvi).

 

Sum Byggiharraumboð stýra vit arbeiðnum at gera sáttmálar millum partarnar í verkætlanini og samstundis røkja byggiharrans áhuga fyri arbeiðstakara og ráðgeva. Fíggjarstýring verður gjørd leypandi sum umbønir, avtaluseðlar og krøv koma inn. Byggiharrin fær eitt mánaðarligt fíggjaryvirlit framsent, so hann fær fylt fíggjarkarminum neyvt.

 

Byggileiðarin tryggjar, at tey tilknýttu fakeftirlitini gera og útvega eftirlitsætlanir. Fakeftirlitið ger leypandi eftirlit fyri at tryggja, at avtalaða góðskan av byggingini verður hildin.