© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Árni Winther - Arkitektur

Tel. +298 234196 | aw@sna.fo

Árni er útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole, København, í 1975, á deildini hjá professor Tobias Faber. Eftirútbúgving innan projektstýring, CAD, ljós og byggitilfar. Hevur luttikið í ymsum kappingum, og verið við til at vinna fleiri teirra. Stovnaði teknistovuna í 1979 og hann hevur verið stjóri síðani. Ábyrgdarøki: leiðsla, ráðlegging, skitsering, samskifti. Frammanundan arbeiddi hann hjá Arkitektfirmaet Skaarup & Jespersen A/S og J.P.Gregoriussen, arkitekti MAA.

Brandur av Reyni Olsen - Arkitektur

Tel. +298 554813 |  bro@sna.fo 

Brandur er útbúgvin arkitektur á Kunstakademiets Arkitektskole í 2014 og hevur ein BA í Klassiskum tónleiki, guitar 2008. Hann hevur verið hjá SNA síðan 2015. Áðrenn arbeiddi hann sum arkitektur hjá Basis Arkitekter í Kristiansand. Sum modelbyggjari fyri 3xN og var í starvsvenjing hjá Mangor & Nagel í Frederikssund og summarfuglur hjá A-plan.

Claus Bohn - Arkitekt Ph.d.

Tel. +45 5373 9490  |  cb@sna.fo 

Claus er útbúgvin arkitektur á Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn í 1998. Hann hevur arbeitt sum arkitektur hjá KHR Arkitekter, SNA og sum sjálvstøðugur konsulentur í sínum egna felag, Arkitekt Bohn. Hann hevur skrivað Ph.d ritgerð á Kunstakademiets Arkitektskole, um evnið ”Indlevelse: arkitektur som sanset oplevelse”, umframt at hann eisini hevur undirvíst á arkitektaskúlanum.

Høgni T. Hansen

Tel. +45 5373 9492  |  hth@sna.fo

Inga Katrin Winther - arkitektur

Tel. +298 234190  |  ink@sna.fo

Inga Katrin er útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole, København, í 2012, frá deild 5 hjá Tage Lyneborg professara. Hevur verið tilknýtt teknistovuna síðan 2008. Áður hevur hon havt lestrarstarv á teknistovuni Hasløv og Kjærsgaard í Keypmannahavn.

Ingunn F. Norðberg - Arkitektur

Tel. +298 554817  |  ifn@sna.fo 

Útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn í 2014 við serritgerð innan restaurering og transformasjón Hon hevur verið hjá SNA síðan 2014. Hon hevur áðrenn hetta verið summarfuglur hjá Albert isfeld og Gudmund S. Hansen í 2006-08. Hjá Fuglark í 2011 og hjá Martin E. Leo í 2010.

Lilja Thorsteinsson - Arkitektur

Tel. +298 554823  |  lt@sna.fo 

Lilja er útbúgvin arkitektur á Arkitektskúlanum í Aarhus á sumri 2016, frá deildini Transformation and Architectural Heritage. Hon hevur starvast hjá SNA síðan apríl 2017. Áður hevur hon starvast hjá Fuglark.

Nina Alberg Arge - Arkitektur

Tel. +298 554814  |  naa@sna.fo 

Nina er útbúgvin arkitektur á Arkitektaskúlanum í Århus í 2006 og hevur síðan tikið eftirútbúgving innan býarskipan og sjúkrahúsarkitekturi. Hon hevur verið hjá SNA síðan 2014. Áðrenn hetta arbeiddi hon fyri Nordic Office of Architecture, Københavns Kommune og fyri Grafton Architects í Dublin.

Robert Thomassen - Arkitektur

Tel. +298 554816  |  rt@sna.fo 

Robert er útbúgvin arkitektur í 1999 á Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn. Hann hevur arbeitt hjá SNA síðan 2010 og áðrenn hetta í hjá Tórshavnar kommunu við býarplanlegging í 6 ár frá 2003 – 2009.

Selmar Nielsen - Stjóri / Arkitektur

Tel. +298 354812  |  Mob. +298 554812  |  sn@sna.fo 

Selmar stovnaði teknistovuna SNA í 2001. Hann hevur áður arbeitt hjá Holm & Grut Arkitekter og hjá KHR Arkitekter. Hann er útlærdur arkitektur á Kunstakademiets arkitektskole 1996, byggiteknikari á Byggeteknisk Højskole 1989 og húsasmiður í 1987. Hjá SNA hevur Selmarsa uppgáva sum stjóri verið at hava dagligu leiðsluna av fyrtøkuni um hendi, umframt at vera við í menningini av verkætlanum.

Please reload

ARKITEKTAR