Árni Winther - Arkitektur

Tel. +298 234196 | aw@sna.fo

Árni er útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole, København, í 1975, á deildini hjá professor Tobias Faber. Eftirútbúgving innan projektstýring, CAD, ljós og byggitilfar. Hevur luttikið í ymsum kappingum, og verið við til at vinna fleiri teirra. Stovnaði teknistovuna í 1979 og hann hevur verið stjóri síðani. Ábyrgdarøki: leiðsla, ráðlegging, skitsering, samskifti. Frammanundan arbeiddi hann hjá Arkitektfirmaet Skaarup & Jespersen A/S og J.P.Gregoriussen, arkitekti MAA.

Brandur av Reyni Olsen - Arkitektur

Tel. +298 554813 |  bro@sna.fo 

Brandur er útbúgvin arkitektur á Kunstakademiets Arkitektskole í 2014 og hevur ein BA í Klassiskum tónleiki, guitar 2008. Hann hevur verið hjá SNA síðan 2015. Áðrenn arbeiddi hann sum arkitektur hjá Basis Arkitekter í Kristiansand. Sum modelbyggjari fyri 3xN og var í starvsvenjing hjá Mangor & Nagel í Frederikssund og summarfuglur hjá A-plan.

Claus Bohn - Arkitekt Ph.d.

Tel. +45 5373 9490  |  cb@sna.fo 

Claus er útbúgvin arkitektur á Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn í 1998. Hann hevur arbeitt sum arkitektur hjá KHR Arkitekter, SNA og sum sjálvstøðugur konsulentur í sínum egna felag, Arkitekt Bohn. Hann hevur skrivað Ph.d ritgerð á Kunstakademiets Arkitektskole, um evnið ”Indlevelse: arkitektur som sanset oplevelse”, umframt at hann eisini hevur undirvíst á arkitektaskúlanum.

Høgni T. Hansen

Tel. +45 5373 9492  |  hth@sna.fo

Inga Katrin Winther - arkitektur

Tel. +298 234190  |  ink@sna.fo

Inga Katrin er útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole, København, í 2012, frá deild 5 hjá Tage Lyneborg professara. Hevur verið tilknýtt teknistovuna síðan 2008. Áður hevur hon havt lestrarstarv á teknistovuni Hasløv og Kjærsgaard í Keypmannahavn.

Ingunn F. Norðberg - Arkitektur

Tel. +298 554817  |  ifn@sna.fo 

Útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn í 2014 við serritgerð innan restaurering og transformasjón Hon hevur verið hjá SNA síðan 2014. Hon hevur áðrenn hetta verið summarfuglur hjá Albert isfeld og Gudmund S. Hansen í 2006-08. Hjá Fuglark í 2011 og hjá Martin E. Leo í 2010.

Robert Thomassen - Arkitektur

Tel. +298 554816  |  rt@sna.fo 

Robert er útbúgvin arkitektur í 1999 á Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn. Hann hevur arbeitt hjá SNA síðan 2010 og áðrenn hetta í hjá Tórshavnar kommunu við býarplanlegging í 6 ár frá 2003 – 2009.

Selmar Nielsen - Stjóri / Arkitektur

Tel. +298 354812  |  Mob. +298 554812  |  sn@sna.fo 

Selmar stovnaði teknistovuna SNA í 2001. Hann hevur áður arbeitt hjá Holm & Grut Arkitekter og hjá KHR Arkitekter. Hann er útlærdur arkitektur á Kunstakademiets arkitektskole 1996, byggiteknikari á Byggeteknisk Højskole 1989 og húsasmiður í 1987. Hjá SNA hevur Selmarsa uppgáva sum stjóri verið at hava dagligu leiðsluna av fyrtøkuni um hendi, umframt at vera við í menningini av verkætlanum.

Please reload

ARKITEKTAR

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo