top of page

Byggiharri: SEV

Tíðarætlan: Liðug í 2018

Stødd: 370 m2

Kostnaður: 12,5 mill. kr. 

Nýbygging

 

SEV hevði tørv á at víðka um verandi koblingarstøð norðuri á Strond, og bygdi tískil nýggja koblingarstøð norðanfyri verandi verkstaðsbygning.

 

Koblingarstøðin fevnir í høvuðsheitum um hesar partar:

·         Transformararúm við tveimum transformaracellum

·         60 kV GIS-rúm

·         Talvurúm

·         10 kV-rúm

·         Vesi

·         Lokaltransformararúm

·         Fýrrúm

 

Koplingarstøðin er bygningsverk, sum liggur í landslagnum og tekur útgangsstøði í hesum. Bygningurin veksur víðari frá beninum sum ein múrur, sum ringjur seg og og fevnir um teknisku útgerðina; eins og eitt ból fyri harðbalna útsynninginum. Hesin betongmúrur stendur við einum halli fyri at undirstrika tyngdina og massivitetin. Á eystursíðuni móti landsvegnum letur bygningurin seg upp, og gjøgnum "lamellir" ber til at síggja inn á transformararnar. Á hesi síðuni verður vanliga gongdin inn og út úr bygninginum, har arbeiðsfólkið kann koma nær við bili.

Í betongmúrinum eru tvey op, ið geva sýni inn til teknisku útgerðina og somuleiðis kunnu lætta um montering av hesum. Annað opið er sum eitt innvik og annað sum eitt útskot.

 

Tekjan er sedum-tekja, ið undirstrikar ímyndina av, at villa hagalendið sleppur at grógva áhaldandi innan fyri múrveggirnar. Bygningsverkið kemur væntandi at taka seg út sum ein tungur, verjandi bygningur, ið letur seg upp og avdúkar teknikkin, ið kann verða upplýstur og sýna klassisku SEV-litirnar innanífrá.

Koblingarstøð á Strond

bottom of page