© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Arbeiðsánari: Heilsu- og Innlendismálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Rakstrarharri: Landssjúkrahúsið

Heildarráðgevi: Faerport II

Tíðarætlan: Byggingin skal verða liðug á vári í 2021

Kostnaðarætlan: H-bygningurin er partur av samlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið, á 652,6 mió. krónur.

 

Hendan verkætlanin er ein partur av framhaldandi útbyggingini og nútíðargerðini av Landssjúkrahúsinum.

 

Og fevnir hesin nýggi bygningur um:

 

·        nýggjan psykiatriskan depil,

·        nýggjar seingjadeildir og burðarstovur,

·        nýggj høli til rehabilitering og

·        nýggjan køk.

·         

Harumframt umfatar verkætlanin neyðug avleidd høli og umstøður til sjúklingar,

starvsfólk, tøkni, seingjavask, goymslur v.m.

 

Bygningurin verður staðsettur millum núverandi G og B bygning og sjóvarmálan, millum tyrlupalli og róðrarneystið hjá Havnar Róðrarfelag. Núverandi inngongd verður framvegis nýtt sum høvuðsatkoma og herfrá vera fólk leidd víðari gjøgnum ein íbindingarstrong yvir í H-bygningin. Tvær hæddur eru við seingjarstovum, íroknað burðarstovum og háisolasjónsstovum, ein umfatar endurvenjing, konferansudepil og ambulant psykiatri, ein umfatar nýggja kantinu við framleiðslukøki og psykiatrisk seingjardeild. Harumframt er ein kjallari við parkeringsøki, goymslu, seingjarvask við fleiri tekniskum funktiónum.

Bygningurin savnars eg um eitt atrii í miðjuni aðrumegna og ein innara garð (til psykiatriina) hinumegna.

Seingjarstovurnar eru einsongs-stovur við pláss fyri avvarðandi at gista og uppihalda seg  og egnum baðirúmi.

Arbeitt verður gjøgnum alla verkætlanina fyri at fremja eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi og at gagnnýta serstøku staðsetingina við sjóvarmálan og Sandágerði á bestan hátt.

Landssjúkrahúsið  H-bygningur