© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Langhylur í Gundadali

Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

Ráðgevi: SNA

Tíðarætlan: 1. virðisløn í arkitektakapping 2016. Projekteringsbyrjan 2017. Liðugtgerð 2019

Verkfrøði: LBF og SMJ

 

Umgjyrd, sum vit eru av víða Atlantshavinum, tykist hugurin hjá okkum føroyingum at svimja, náttúrligur. At svimja ímyndar symbolskt møguleikan at fara avstað – og at koma heimaftur. Hetta sum tema myndar arkitekturin í hesum uppskoti; at kunna svimja undir himmalhválvinum móti óendaligu havsbrúnni – og at venda heim aftur til land okkara, ið hevjar seg grønt og bratt.

Náttúrliga hallið í fjallalendinum fyri aftan og oman móti havinum hevur tilevnað svimjihøllina. Tvær skivur skera seg eftir longdini í lendið og lata hylin liggja sum ein vatnrættan háslætta í brekkuni. Skivurnar ramma inn tættleikan og intimitetin í fjallalendinum norðanfyri og opinleikan og óendaligu havsbrúnna sunnanfyri.

Tað er eins og landslagið smýgur sær oman gjøgnum svimjihøllina. 

Tvørtur um skivurnar spennir tekjan seg yvir hylin sum ein krúna, har yvirljós lata upp til himmalin. Svimjarin svimur undir ljósinnkomuni úr erva - aftur og framm millum útsýnið til himmal og havsbrúgv sunnanfyri og tættleikan og nærleikan í grøna skráanum norðanfyri. Á suðurendanum á bygninginum reisir tekjan seg móti Gundadali og skapar rygg til nýggju terrassuøkini framman fyri bygninginum.

Verandi svimjihøll er vælkomponeraður trýbýttur bygningur. Í strembanini eftir at tillaga nýggja langhylin til hendan fína bygning eru takgeometriin og greiðleikin førd víðari. Hervið leggist ikki enn ein markantur og øðrvísi arkitekturur seg afturat tí longu so fjøltáttaða arkitektoniska umhvørvinum. Verkætlanin roynir at tillaga seg Gundadal og verandi svimjihøll við virðing og í ávísan mun varsemi. Hon er samstundis ein roynd at koma við einum nútíðar anda, haldgóðsku og tí viðkomandi - aftrat tí góða, ið longu er.