© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Tjarnargarður

Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

Byggiár: 2006 – 2008

Bygningsstødd: 1.800 m2

Byggikostnaður: 20 milliónur. HVÚ u/mvg

Slag av arbeiðstøku: Høvuðsarbeiðstøka

Tjarnargarður er ein útbygging og umbygging av gomlu Marinustøðini í Havn. Bygningurin er í dag røktarheim í trimum deildum. Ein eldri deild við 8 búplássum og dagtilhaldi. Og einum nýggjari parti við 24 búplássum, deilt sundur í tvær deildir.

Heimið stóð liðugt í 2008. Tað er skipað sum lonir kring felags garðøki og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi við Hoyvíkstjørn til aðra síðuna og lítlum fólkaskúla til hina síðuna.

SNA hevur verið heildarráðgevi á verkætlanini og staðið fyri sniðgeving, projektering, projekteringsleiðslu og havt útboð, uppfylging og eftirlit um hendi.