© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Byggiharri: Varðin Pelagic

Byggiár: 2016

Bygningsstødd: 2.900 m2 frystigoymsla + 700m2 skrivstovur

Staðsetingin við gamla Kongaliga einahandilin á Tvøroyri hevur verið ein týðandi avbjóðing í verkætlanini. Hesir bygningar eru friðaðir og tískil var eitt stórt innleiðandi arbeiði við at skipa økið, soleiðis at gamla umhvørvið varð virt og at pláss gjørdist fyri bæði tí gamla søguliga og nýggja vinnulívinum. Tað var av stórum týdningi, at gomlu bygningarnir høvdu samband við sjógvin. Og tískil vóru nýggir bygningarnir snaraðir á og hildu frástøðu til einahandilin.

 

Umframt at skipa økið snúði verkætlanin seg um at projektera 2900 frystigoymslu og 700 m2 skrivstovubygning.

 

SNA hevur verið heildarráðgevi og hevur útarbeitt tørvslýsing, byggiprogramm og staðið fyri sniðgeving, projektering, projekteringsleiðslu, útboð, uppfylging og fakeftirlit.

Varðin Pelagic