© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Byggiharri: Eystur Kommuna

 

Bátahylur

 

SNA teknaði nýggja bátahyl, sum liggur millum norðara grótkastið, har ferlulegan var og havnaøkið, har Tavan, fiskavirki, egningarskúrar, Føroya Bjór og Sjóðsavnið eru. Innanst móti bygdini móti vestri, har eisini víkingatoftirnar eru, er staðsett ein bygging, sum minnir um støddirnar í bygdini og gomlu neystabyggingini, sum eru eitt framhald frá verandi býlingi og oman á sjógv, inni í bátahylinum.

Ein stór trappa ’Fjørðutrappan’ er staðsett innast og tætt við Kirkjuna og rundkoyringina, ið leiðir borgaran oman og niðan millum sjóvarmála og bygdina. ’Fjørutrappan’ er ætlað sum eitt savningarstað fyri virksemi, sum skal koma í økinum á landi og sjógvi.

 

’Neystini’ í Leirvík

 

Í sambandi við at Landsverk gjørdi nýggjan veg gjøgnjum Leivíkar bygd, vóru nøkur neyst niðurtikin, sum stóðu nakað niðanfyri kirkjuna, áleið har sum rundkoyringin er í dag. Sum nógva staðni í Føroyum, eru tíðirnar broyttar og vóru hesi neyst ikki brúkt til neyst uppá gamla mátan, hvørs uppruni var at hýsa bátum, men sum er blivi meira vanligt, so vóru neystini brúkt til ymiskt annað.

Eisini hevur ein vardur bátahylur minkað um tørvin fyri einum neysti at draga bátin upp frá sjóvnum.

’Neystini’ eru sostatt ikki neyst í gamla orðsins týdningi, men heldur eitt framhald av býlinginum omanfyri á Toftanesi og var ætlanin at nýtslan á hesum økinum, skuldi verða meira blandað, men tó passa til virksemi á landi kring bátahylin og til virksemi í bátahylinum eisini. M.a. eru staðsettir skúrar til goymslu v.m. av reiðskapi hjá bátum,  framvið atløgusíðuni. ’Neystini’ innast móti ’Fjørðutrappuni’ eru ætlað til meira almenn endamál og eisini er havnaskrivstova staðsett í einu lonini, við útsýni yvir bátahylin.

Ein farleið ella promenada er teknað frá innsiglingini til bátahylin og runt bátahylin framvið atløgubryggjuni til innsiglingina á hinari síðuni. Atløgubryggja er gjørd úr azobétimbur.

 

 

Kumpassrósan

 

Tað hevur verið eitt ynski frá politiskari síðu, at bátahylurin bleiv eitt stað, har fólk koma oman at práta og ganga, men eisini steðgaðu og kundu fáa nakað áhugavert at síggja.

Í tí sambandi varð hugsað inn list, sum skuldi staðsetast soleiðis at henda varð sjónlig frá rundkoyringini við kirkjuna (talan var um at seta list á endaveggin á almenna partinum við ’Fjørðutrappuna’), og tað tey, sum gingu á promenadun rund bátahylin, eisini kundu uppliva list á landi og møguliga á sjóvnum eisini.

Kumpassrósan á sunnara kistu við innsiglingina, var ein partur av hesi ætlan. Kumpassrósan var eitt samstarv millum SNA og Niels Paula Lamhauge, sniðgeva úr Syðrugøtu og útført av Guðri Poulsen, keramikara. Gelendari er gjørdur í Norðragøtu á verkstaðnum hjá Áway.

Kumpassrósan ímyndar gomlu høvuðsættirnar, norðan, sunnan, vestan og eystan og síðani hinar millumættirnar: útsynning, landsynning, útnyrðing, landnyrðing og síðani aftur millumættirnar av hesum.

Tølini á kumpassrósini umboða nýggju kumpassina við tølunum frá 0 – 360 stig, har 90 stig eru millum hvørja høvuðsætt.

Bátahylur í Leirvík