© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

IKT og BIM

SNA hevur í nógv ár arbeitt við Building Information Modelling – stytt BIM – í verkætlanartilgongdini. Hesin arbeiðsháttur inniber, at eitt talgilt trý dimensionelt bygningsmodell verður gjørt. Arbeiðshátturin tryggjar eitt gott tvørfakligt samstarv og neyva stýring av prosjekteringstíð, byggitíð og verkætlanarkostnaði. Harvið hevur byggiharri og aðrir samstarvsfelagar eitt haldgott grundarlag at byggja sínar avgerðir á.

Tá vit byrjaðu at nýta BIM í verkætlanar-tilgongdini, var tað við tí fyri eyga, at skapa meirvirði fyri byggiharran og samstarvsfelagar. Talgildu bygningsmodellini tryggja verkætlanini eina góða byrjan og verða millum annað, nýtt til greining av orku, burðardygd, sól-, skugga-, dagljós- og vindsimuleringar. Tá vit í samband við prosjektering skulu skipa torgreidd bygningsviðurskifti, er tað tí ein stór hjálp, at tað er samanhangur ímillum allar bygningslutir. Um ein broyting verður framd í prosjektinum endurspeglast broytingin í øllum prosjekt-tilfarinum. Hetta tryggjar, at tað ikki eru konfliktir ímillum ymsu lutirnar í verkætlanini.

Við bygningsmodellinum verður lættari hjá byggiharra og ráðgevum at samansjóða verkætlanararbeiðið. Somuleiðis gevur tað eitt gott innlit í verkætlanina og tær avbjóðingar, ið eru knýttar at henni.

SNA hevur drúgvar royndir við at bjóða minni og størri verkætlanir út, og hava framt stórar verkætlanir við BIM prosjektering. Við at nýta BIM prosjektering kunnu nøgdir dragast úr bygningsmodellinum og nýtast sum grundarlag fyri kostnaðarmetingum.  

Fyri verkætlanartoymi og byggiharran er bygningsmodellið eisini ein sera góður samskiftisháttur, ið kann knýtast saman við “virtual-reality” brillum, sum gevur brúkaranum eina sannførandi uppliving av lidnu verkætlanini.

SNA hevur nýtt “virtual-reality” tøkni í samband við nýggja svimjihylin í Gundadali, og nýggja H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.  

Við BIM prosjektering vil SNA áhaldandi hava teir bestu møguleikarnar fyri at tryggja dygd, virði og neyva stýring av verkætlanum sínum.