© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Byggiharri: Føroya Tele

Stødd: 6.600 m2

Ár: 2004

Prísur: Brutto 94 mill.

Føroya Tele

Í nýggja høvuðssetrinum er tað nógva av virkseminum hjá Føroya Tele í Suðurstreymi savnað. Eini 170 starvsfólk rúmast í bygninginum.

Størsti dentur er lagdur á at fáa ein arbeiðsligan karm um eina vinnu í stórari broyting. Stutt er millum deildirnar, sum skulu samstarva, og millum tøknirúm og arbeiðsfólkið, sum hevur ørindir har.

Teletøknin er í tí meira afturlatna bygningspartinum, og eisini tey starvsfólkini, sum arbeiða út frá húsinum. Meginparturin av hinum arbeiðsplássunum er í tí meira opna bygninginum, og felagshøli eru ímillum hesar bygningspartar.

Bilverkstaður, høvuðsgoymsla, neyðstreymsverk o.l. er í einum meira einfaldum verkstaðsbygningi úr stáli og betongi vestanfyri.

Tann lætti bygningurin eystanfyri fær útsýni norður- og eystureftir. Við at venda bygningin tann vegin, verður sólarupphitingin samstundis avmarkað á arbeiðsplássunum.