© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Byggiharri: Kirkjuráðið á Argjum

Ráðgevi: SNA

Tíðarætlan: Arkitektakapping 2015

 

SNA fekk “heiðrandi umrøðu” í kappingini um nýggja kirkju á Argjum.

 

Uppskotið “Millum linjurnar” letur landslagið renna frítt millum tveir laðaðar grótveggir, ið venda sær móti vakra útsýninum yvir Sandágerð. Við íblástri frá fjallaprædikuni, er kirkjurúmið skapað sum ein fjallasíða undir himmalhválvinum. Kirkjufólkið situr á skráum gólvi, ið fylgir lendinum. Hetta er nýbrótandi í Føroyum, men sæst í kirkjum aðrastaðni í heiminum. Hetta gevur prestinum eygnasamband við alt kirkjufólkið og skapar størri nærveru fólki og presti ímillum. Loftkonstruktiónin skal ímynda skýggj og leiða himmalljósið óbeinleiðis niður í rúmið.

Ein steinsett gøta bindur saman bygda økið við Støðlagøtu og grøna landsslagið framvið Sandá. Hendan gøtan bindur samstundis saman Kirkjuna og Missiónshúsið. Gøtan og grótveggirnir mynda tilsamans eitt krossskap. Hátturin, ið bygningurin fylgir landsslagnum millum veggirnar, leiðir tankarnar yvir á ferðina gjøgnum lívið. Frá tí sosiala kaféøkinum móti vesturi og vesturskyninum, framvið missiónshøli, fermingarstovu og umsitingarliga partin til ta heilaga kirkjurúmið móti eysturi. Hendan lívsferðin verður undirstrikað við, at staðsett er ein eyka útgongd í eystara endanum. Tankin er, at jarðarfylgi fylgja kistuni út hendan vegin og kunnu herfrá ganga eftir náttúrugøtu, yvirum Sandá, til Kirkjugarðin.

Argja Kirkja - uppskot