© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Byggiharri:Eystur Kommuna

 

Arbeiðið við at skráseta týdningarmikil umhvørvi og at kortleggja hagtøl fyri týdningarmikil viðurskiftir í Eysturkommunu, varð gjørt sum ein partur av eini størri ætlan at kunna gera framtíðar visjónsarbeiði fyri kommununa.

Í skrásetingararbeiðinum var dentur serliga lagdur á forminnir, friðaði øki, grøn øki, gøtusambond v.m., ið kundi verða við til at styrkja bygdirnar og samleikan.

Í Hagtølskanningini (Fortreytir) var dentur lagdur á at greina tøl fyri fólkatølum, til- og fráflyting í Eysturkommunu og Føroyar sum heild. Eisini er í Fortreytum greitt frá framrokningar fyri demografi og úttynning og fortætting.

Vísjónsparturin er meira politiskur og er gjørdur saman við umsiting og politikkarum hjá Eysturkommunu. Hesin inniheldur eina Heildarætlan ella Kommunuplan og vísjónir fyri Bústaðir, Vinnu, Eldraøki, Fríøkir, Stovan v.m.

Bygdaatlas Eystur Kommuna