© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Byggiharri: SEV

Tíðarætlan: 

Stødd: 370 m2

Kostnaður: 

 

SEV hevur tørv á at víðka um verandi koblingarstøð norðuri á Strond. Í hesum sambandi hevur SEV sett skjøtul á eina verkætlan, har ein nýggj koblingarstøð verður bygd norðanfyri verandi verkstaðsbygning.

 

LÝSING

Nýggja koblingarstøðin fevnir í høvuðsheitum um hesar partar:

·         Transformararúm við tveimum transformaracellum

·         60 kV GIS-rúm

·         Talvurúm

·         10 kV-rúm

·         WC

·         Lokaltransformararúm

·         Fýrrúm

 

 

Koplingarstøðin er eitt bygningsverk, sum liggur í landslagnum og tekur útgangsstøðið í hesum. Bygningurin veksur víðari frá beninum sum ein múrur, sum ringjur seg og og fevnir um teknisku útgerðina; eins og eitt ból fyri harðbalna útsynninginum. Hesin betongmúrur stendur við einum halli fyri at undirstrika tyngdina og massivitetin. Á eystursíðuni móti landsvegnum opnar bygningurin seg og gevur áhugaverd kikk inn á transformararnar, ið synast millum lamellir. Á hesi síðuni verður vanliga gongdin inn og út úr bygninginum, har arbeiðsfólkið kann koma nær við bili. Í betongmúrinum eru tvey op, ið geva sýni inn til teknisku útgerðina og somuleiðis kunnu lætta um montering av hesum. Annað opið er sum eitt innvik og annað sum eitt útskot. Tekjan er sedum-tekja, ið undirstrikar ímyndina av, at villa hagalendið fær loyvið at grógva áhaldandi innan fyri múrveggirnar. Bygningsverkið kemur væntandi at taka seg út sum ein tungur, verjandi bygningur, ið opnar seg og avdúkar teknikkin, ið kann verða upplýstur og sýna klassisku Sev litirnar inniífrá.

Koblingarstøð á Strond