© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

LEIÐSLA

Selmar Nielsen - Stjóri / Arkitektur

Tel. +298 554812  |  sn@sna.fo 

Selmar stovnaði teknistovuna SNA í 2001. Hann hevur áður arbeitt hjá Holm & Grut Arkitekter og hjá KHR Arkitekter. Hann er útlærdur arkitektur á Kunstakademiets arkitektskole 1996, byggiteknikari á Byggeteknisk Højskole 1989 og húsasmiður í 1987. Hjá SNA hevur Selmarsa uppgáva sum stjóri verið at hava dagligu leiðsluna av fyrtøkuni um hendi, umframt at vera við í menningini av verkætlanum.

Gunnar Fossdal Guttesen - Teknistovuleiðari FO

Tel. +298 554811  |  gfg@sna.fo 

Gunnar er útbúgvin byggifrøðingur frá Byggeteknisk Højskole, Keypmannahavn, í 1989. Frammanundan er hann útlærdur timbursveinur. Gunnar hevur starvast á arkitektteknistovum í Danmark í 25 ár og hevur drúgvar royndir sum prosjekt-, byggi,- og prosjekteringsleiðari á verkætlanum innan gransking og biotek, skúlar, umsiting og bústaðarbygging. Hevur eisini verði teknistovuleiðari hjá Styrelsen for Slotte og Kulturejendomme í Keypmannahavn.

Lars Garrit - Teknistovuleiðari DK/verkætlanarleiðari

+45 53739495​  |  lg@sna.fo​

Lars er útbúgvin byggiverkfrøðingur frá BTH í Haslev. Hann hevur drúgvar royndir sum verkætlanar-, byggi- og projekteringsleiðari. Hann hevur verið deildarleiðari hjá White arkitektum í 10 ár.

Frans Andersen - Menningarleiðari

Tel. +45 20291562 |  fa@sna.fo

Frans Andersen er menningarleiðari hjá SNA. Frans hevur drúgvar royndir sum stjóri í altjóða arkitektafyritøku, har hann í 12 ár hevur verið stjóri og nevndarlimur hjá White arkitektum í Danmark. Frans leiddi toymið, sum í 2017 vann kappingina Nordic Built Cities, við uppskotinum The Eyes of Runavík. Frans er eisini í stýrisbólkinum fyri Medic OUH, sum hevur staði fyri projekteringini av Odense Universitetshospitali. í 20 ár var Frans partaeigari og tekniskur stjóri hjá HS ark a/s.

Anya S. Midjord - Fíggjarleiðari

Tel. +298 554824  |  asm@sna.fo

Anya hevur eina Master of Business Administration og eina HD í logistikk. Hon hevur fyrr starvast sum logistikkleiðari hjá Poul Hansen og sum Operations Manager hjá Eimskip og seinastu tíggju árini sumInnkeyps- og goymsluleiðari á Landssjúkrahúsinum.

Please reload