Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

Vav: 800.000 m2

Kappingaruppskot 2020

 

”Stóratjørn – Oyggjar á leiðni” umboðar eitt heilt nýtt býarslag. Her verður farið verður aftur til siðbundnan føroyskan felagsskab og búseting í stórfingnu náttúruni. Sum skifti frá tí tætta og stundum ódefineraða býarvøkstrinum liggur tann nýggi býarpartunrin við sínum greitt defineraðu og tøttu býlingum, sum verða lagdir varisliga í landslagið og lata pláss vera eftir til órørdan haga.

Verkætlanin savnar seg bæði um teir stóru felagsskapirnar og nærfelagsskapirnar, har ið amboð sum blandað ognarviðurskifti, stigvís útbygging og bygnaðarlig tiltøk skapa ein bý sum er fyri øll. Ein býarpartur í náttúruni við lívd og ljósi, nærlívi og fjølbroytni, sum er burðardyggur, byggibærur og harðførur, sama hvat framtíðin bjóðar.

Í býlingshjartanum liggur býlingsplássið við felagshúsinum. Grannagøtan, sum bindur teir ymsu býlingarnar saman, gongur altíð fram við býlingsplássinum og bindur soleiðis tey ymsu plássini og øll felagshúsini við Stórutjørn saman. Býlingsplássið er karmur um eitt nú felagsmáltíðir, borðtennis, dans, súkkluumvæling, marknaðardag o.t.

Ferðslan í økinum verður skipað við einum einføldum vegakervi, sum sleppir so stórum parti av náttúruøkjunum sum gjørligt undan bilferðslu. Høvuðsvegurin (ferðsluvegur við súkklu- og gongubreyt) fær atgongd at Stórutjørn frá Klingruni og verður bundin í rundkoyringina móti norðri frá tí komandi ringvegnum.

Høvuðsvegurin tryggjar, at býlingarnir verða lættir at koma til, og gevur møguleika fyri einføldum busssambandi, við tað at hvør býlingur fær sítt komupláss við høvuðsvegin. Úr høvuðsvegnum greinast einstakar tvørgøtur og geva atgongd at restini av byggingini í økinum.

Stóratjørn - Oyggjar á heiði

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo