© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

SNA hevur, í samstarv við Articon og Sands kommunu, skipað nýtt summarhúsøki við bygningum á Sandi, við Gróthúsvatn.

 

Húsini liggja móti vestri, og sólargangurin er sera góður. Byggingin fylgir landslagnum og er sum grógvin úr lendinum. Í millum húsini er felags øki, har grannalagið kann skipa fyri felags tiltøkum. Í girðaðum økjum verða gróðursettir runnar og trø, ið skulu geva lívd til hugna og spæl. Miðað  verður eftir at skapa eitt umhvørvi, ið gevur fólki frið og tryggleika, samstundis sum tað verður góður karmur um felagslívið hjá grannalagnum. Við sínum siðbundnu húsum, hugnaliga øki og løtum og vegasambandi til bygdina, verður nýggja frítíðarøkið ein hugvekjandi partur av landslagnum og bygdini.

 

Húsini eru gjørd úr góðum tilfari. Gólvhiti er í húsinum. Gólvini á baðirúminum, køkinum og durinum eru løgd við flísum. Í øðrum rúmum eru timburgólv. Uttanfyri inngongdina kann gerast terrassa, sum økir um møguleikan til uppihald úti og bindir saman inniøkið við útiøkini. Húsini hava atgongd til felags útiøki við trampolin og grill.

 

Verkætlanin inniheldur 14 hús og fríøkir við felags tilhaldsøkjum. Eisini er ætlanin at hegna ein part av økinum inni til vøkstur og uppihald. Húsini eru umleið 11 x 6 metrar til støddar. Møguleiki er at keypa eina minni stødd, eins og tað er møguligt at byggja tveir lægri

tilbygningar og eitt úthús.  

 

Úthurðar eru á báðum síðum. Hetta betrar nýtslumøguleikarnar. Á veghædd er baðiverilsi, køkur, stova og tvey kømur. Opið er millum hæddirnar í stovuni. Á ovaru hædd er sovikamar og opið

rúm, sum verður til eina hems. Uttanfyri húsini kunnu gerast grovrúm og úthús.

Byggiharri: Articon

Stødd: 7500 m2, bygningar um. 1350 m2

Tíðarætlan: Liðug bygging í 2018

Summarhúsøki við Gróthúsvatn