© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

Longd: uml. 140 m

Ár: 2016

Prísur: Brúgv og landslag: uml. 50 mió

Brúgvin fellur væl inn í landslagið, og hon bindir saman økini norðan- og sunnanfyri Sandá, eins og løgarsteinarnir gjørdu í fornum tíðum. Brúgvin stendur á trimum beinum, sum ímynda gomlu løgarsteinarnar, meðan sambindingin millum teir – koyribreytin – lýsir menningina í undirstøðukervinum. Har tú áður mátti loypa stein av steini, kann tú nú ganga ella koyra.

 

Miðað er eftir, at brúgvin ávirkar umhvørvið sum minst. Hon er tí gjørd so einkul, at hon sýnist sum ein rennistrongur yvir um ánna. Brúgvin hevur ein lítlan hæddarmun á 0,6% við jøvnum halli frá norðursíðuni og suðureftir. 

 

Brúgvin er bygt upp við trimum beinum, ið standa á fundamentum, ið eru fjald í lendinum. Íblásturin til uppbygnaðin í beinunum undir brúnni er frá bondunum í føroyska bátinum og kropsbygnaðinum á stóru djórunum í høvunum kring okkum.

 

Brúgvin er teknað sum ein opin og mjá konstruktión, ið klárar stórt spenni og eisini er harðfør, tá talan er um dygd og haldgóðsku. Vit hava valt er gera eina mjáa brúgvaloysn, sum bindir økið saman. Hetta er eydnast við eini kompositkonstruktión. Brúgvin er uppbygd við betongbeinum, ið bera ein stálkassa. Á hendan verður lagdur ein betongflati, sum verður undir koyrivegnum. Statiski uppbygnaðurin ger, at beinini kunnu gerast lutfalsliga mjá og skapast sum lívfrøðiligar skurðmyndir undir brúnni. Við at gera brúnna á henda hátt, verður tilgongdin í byggitíðini umhvørvisliga røtt, og brúgvin gerst ein ferðslutrygg loysn.

 

Brúgvin og Landslagið báðumegin ánna verða uppbygd soleiðis, at ein størri samanhangur verður millum báðar síðurnar av brúnni. Soleiðis fæst eitt betri framhald  av býnum fyri koyrandi ferðsluna, eygleiðarar, íbúgvar í økinum eins og tey, ið velja at spáka í náttúruvakra økinum.

 

Á báðum síðum verður lendið endurskapað og verða gjørdir størri og smærri heyggjar, ið skapa framhald av landslagnum, so alt sæst sum ein heild, ið einkla brúgvin nágreinar og undirbyggir við einklum loysnum og endurtøkum, ið eyðkenna verkfrøðingalistina innan brúgvabygging.

Brúgvin um Sandá