top of page

Borgarstjórin á vitjan í umvældu hølum

  • Writer: Selmar Nielsen
    Selmar Nielsen
  • Feb 1, 2018
  • 1 min read

Borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, og onnur úr umsitingini hjá TK og Tórshavnar Havn, vóru í gjár framvið á teknistovuni hjá SNA. Her fingu tey eina rundvísing í hølunum, ið skulu rúma víðkaða toymið, nú tá SNA og Árni Winther Arkitektar hava lagt saman. Umbyggingarnar á Landavegi 9 eru ikki lidnar enn, men ætlanin er, at teknistovan framyvir skal rúmast á øllum trimum hæddunum í bygninginum. Umframt deildina í Tórshavn, hevur virkið eina deild í Keypmannahavn, ið júst hevur fingið egin høli á Æbeløgade á Eysturbrúgv. Deildin í Keypmannahavn telur 4 fólk og deildin í Tórshavn telur 20, umframt lesandi og praktikantar.


 
 
 

Comments


bottom of page