Search

Fíggjarleiðari settur


Anya S. Midjord tók við starvi sum fíggjarleiðari hjá SNA hálvan august 2018.

Anya kemur úr einum starvi sum Innkeyps- og goymsluleiðari á Landssjúkrahúsinum.

Hon hevur eina Master of Business Administration og eina HD í logistikk. Hon hevur fyrr starvast sum logistikkleiðari hjá Poul Hansen og sum Operations Manager hjá Eimskip.

Anya er 49 ár, gift og eigur trý børn. Hon er uppvaksin í Havn og er búsitandi í Hoyvík.


0 views

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo