Search

Opið hús á Arkitekturardøgum


Í samband við Arkitekturardagarnar 2018 er Opið hús í nýggju hølunum hjá SNA á Landavegnum 9 í Havn. Her verða sýnd fram verkætlanir innan ferðavinnu: summarhús, hotell, íbúðarhús, flogvøll við meiri. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa. Heitið á Arkitekturardøgunum í ár er "Arkitekturisma" og verða fleiri ymisk tiltøk á skránni í hesum sambandi. Opið hús er fríggjadag 26. og leygardag 27. oktober frá kl 15.00-18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin!


139 views