Sáttmáli er skrivaður um nýggjan Langhyl
- Selmar Nielsen
- Dec 21, 2018
- 1 min read
Mikudagin 19. desembur varð sáttmáli gjørdur við Tórshavnar Kommunu um at byrja projekteringsarbeiðið í samband við nýggja Langhylin í Gundadali. Tað er fyri tveimum árum síðan, at SNA vann arkitektakappingina. Nýggja verkætlanin kemur at rúma nýggjum langhyli, ið er 50 m langur og 25 breiður. Eisini er nýtt vælveruøki við heitum hyljum og nýtt matstovuøki. Vit gleða okkum at koma í gongd við verkætlanina.



Comments