top of page
Search

Avtala undirskrivað um Stórutjørn

SNA og MAP undirskrivaðu 16. februar 2022 eina felags avtalu við Tórshavnar kommunu um Stórutjørn. Talan er um eina heildarætlan fyri Stórutjørn, har SNA og MAP eru ráðgevarar.

Tað var í 2020, at SNA og MAP hvør í sínum lagi vunnu arkitektakapping, sum Tórshavnar kommuna fyriskipaði, og har dómsnevndin valdi bæði uppskotini til 1. virðisløn.


Síðstu tíðina hevur verið arbeitt við at fyrireika og skipa avtaluna, sum lýsir fortreytir fyri framtíðar byggingina við Stórutjørn, og sum útgreinar, hvussu økið verður uppbýtt fyri at skapa ein fjøltáttaðan býarpart. Við í ætlanini eru vegaføring, parkering, bussleið, og bústaðar-, stovns-, vinnu- og ítróttabýlingar.

Sí eisini tíðindi á heimasíðu Tórshavnar kommunu her


Myndirnar eru frá undirskrivingini og frá kappingaruppskotinum hjá SNA


264 views
bottom of page