Search

“Eitt sjúkrahús við einari inngongd fyri øll”


Hetta var heitið á framløgu, sum stjóri okkara, Selmar Nielsen, hevði fyri lesandi á evnisdegi á Landssjúkrahúsinum herfyri, sum Landsverk og MFS skipaðu fyri. Eisini greiddi Selmar frá um tær logistisku loysnirnar og grønu orkuna, sum eyðkenna verkætlanina.


Tey lesandi, sum umboðaðu alskyns útbúgvingar innan eitt nú heilsu-, byggi- og løgfrøði, settu viðkomandi og gløggar spurningar. Í útbyggingini av Landssjúkrahúsinum leggja vit hjá SNA dent á tann lekjandi arkitekturin og stremba altíð eftir at seta sjúklingin í miðdepilin.

Eini 50 lesandi møttu til evnisdagin, "Betong / DNA - hvat kom fyrst?", har fyriskipararnir staðfesta, at “Onkuntíð taka atlit til funktión, nøgd, prís og tíð mesta uppmerksemi, og vit fáa rúm, sum menniskjan ikki kennir seg heima í og ikki dugir at liva í og brúka. Aðrar tíðir, so eru atlitini vakurleiki, estetikkur, samvera, náttúra og samband fremri í hugaheiminum á teimum, sum byggja. Avbjóðingin í dag og til allar tíðir er at finna nátúrligu javnvágina millum betong og DNA.”


Hugskotið við evnisdegnum var at knýta bond millum føroysk lesandi, sum hava áhuga í bygging og á tann hátt seta hol á eitt kjak um framtíðar Føroyar. Fyrilestrarhaldararnir vóru profilar innan eitt nú føroyskan arkitektur, byggivinnu, byggiharravirksemi, antropologi og list.


10 views

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo