Search

Ert tú okkara nýggi arkitektur?

- Vit søkja royndan arkitekt til spennandi verkætlanir.



Vit leita eftir einum dugnaligum arkitekti til okkara mongu og spennandi verkætlanir innan m.a. heilsu, ítrótt, mentan og íbúðarbygging. Ver við til at seta títt dám á lívið bæði í og millum bygningar við arkitekturi – har menniskju trívast.


Um teg

Tú ert ein av teimum arkitektunum, ið eisini hevur hollar royndir innan prosjektering og prosjekt-/prosjekteringsleiðslu. Sum prosjekteringsleiðari kemur tú við íkasti til, at prosjekteringsgongdin er sum ætlað uttan seinkingar og innan karmin fyri góðsku og kostnað.


Tú hevur dirvi at sveiggja dirigentstavin fyri at tryggja arkitektonisku eginleikarnar gjøgnum prosjekteringina, og tú dugir at seta verkætlanarkósina við greiðum raðfestingum, har avgerðir verða tiknar á einum upplýstum grundarlagi


Tú megnar at tvinna verkætlanir og mannagongdir, samstundis sum tú bæði skilir og hevur virðing fyri luttakandi pørtunum í verkætlanum. Tað er umráðandi, at tú dugir væl at samstarva tvørfakligt.


Førleikar

- Tú ert arkitektur við drúgvum royndum innan prosjektering og prosjekteringsleiðslu

- Hevur hollan kunnleika at handfara myndugleikar

- Hevur gott innlit í mannagongdir innan bygging

- Hevur góðan kunnleika til ABR89, YBL2012 og ABF06.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eina endurútbúgving innan byggibúskap, prosjekterings-leiðslu e.l., men ikki eitt krav. Tað er umráðandi, at tú ert opin og fyrikomandi og hevur ein jaligan hugburð, ið styrkir um samanhaldið.


Um okkum

SNA er ein teknistova við uml. 23 arkitektum og byggifrøðingum. Vit halda til á Landavegi 9 og í Hermodsgade 24 í Keypmannahavn. Vit hava eitt sera breitt málsøki innan ný-, um- og útbygging fyri bæði almennar stovnar og privatar fyritøkur.


Hjá SNA er eitt aðalmál at veita burðardygga ráðgeving í sambandi við bygging. Vit taka undir við heimsmálunum hjá ST um, at vit øll stutt sagt skulu kunna liva væl nú og geva klótuna víðari til okkara børn í góðum standi.


Á teknistovuni leggja vit dent á virðiligt samstarv, har vit menna persónligar førleikar og dygdir. Eftirútbúgving, persóns- og førleikamenning verða natúrligur partur av tínum arbeiðsumstøðum.


Hevur hetta tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn við prógvum, lívsrensli (CV) og viðmælum til: job@sna.fo


Tað er eingin ávís freist at søkja starvið, men vit ynskja at seta starvið skjótast til ber.


Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú ringja til Gunnar F. Guttesen, teknistovuleiðara, á 554811.

688 views

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo