top of page
Search

Nýggi langhylurin í Gundadali tikin í nýtslu

Við stórari virðing fyri arkitektoniska samleikanum hjá verandi svimjihøll, hava vit teknað ein langhyl, sum bæði leggur seg upp at verandi bygningum og samstundis lyftir økið við nútímans hentleikum og arkitektoniskum linjum. Hetta er eitt verk, sum í stíl og skapi harmonerar við verandi bygging og býarrúm.


Arkitekturur, ið viðvirkar til trivnað og elitu ítrótt: Nýggi hylurin bjóðar umstøður til svimjifrálæru, motións- og kappingarvenjing og kann hýsa altjóða stevnum. Við útbyggingini eru hentleikar til likamsvenjing, spæl, vælveru, svimjiítrótt og sosiala samveru fyri fólk í øllum aldri. Skaptir eru tíðarhóskandi karmar, sum fremja og stuðla virkseminum, bæði hjá úrvalsíðkarum og vanliga borgaranum.


Náttúrlig integratión við Gundadal: Verandi svimjihøll er vælkomponeraður trýbýttur bygningur. Í strembanini eftir at tillaga nýggja langhylin til hendan fína bygning eru takgeometriin og greidleikin førd víðari.


Heildarloysnir við framtíðarbrúkaranum í huga: Á 2. hædd er fleirvirknissalur, ið kann nýtast til ymisk endamál. Til kappingar hýsir hann VIP-gestum, miðlafólki o.ø., men dagliga hýsir hann fundarvirksemi, yoga-liðum, kontórvirksemi ella eitt nú ráðstevnum, við framúr panoramaútsýni yvir býin. Virksemið kann vera atskilt frá høllini annars við egnari atkomu.

— SNA | Arkitekturur til frama fyri fólk og rørslu

7 views

Comments


bottom of page