Search

Nýggjur fíggjarleiðari


Christoffur Gert Nielsen byrjar sum nýggjur fíggjarleiðari hjá SNA, har hann avloysir Anyu S. Midjord, ið flytur til Noregs.


Selmar Nielsen bjóðar Christoffuri vælkomnum

Christoffur Gert Nielsen er útbúgvin cand.merc.aud. á CBS, men er eisini bankalærdur í Betri Banka. Christoffur hevur royndir sum fíggjarleiðari hjá Grant, ið framleiðir vindeygu vm til føroysku byggivinnuna, og sum íløgu- og vinnuráðgevi í fíggjarheiminum.

Eisini hevur Christoffur royndir og útbúgving sum hondsbóltsvenjari, m.a. sum venjari í bestu kvinnudeildini og er í løtuni hjálparvenjari hjá u-landsliði hjá HSF.


53 views