Search

SNA heiðrað við ”Special Mention” í tveimum bólkum hjá Architizer


Arkitektavirkið, SNA, er útvalt til heiðurin ”Special Mention” (serstøk umrøða) frá stóru altjóða websíðuni innan arkitektur, Architizer, í tveimum bólkum: Best Medium Firm og Best in Europe.


Architizer A + Firm Awards stendur fyri einari av størstu heiðusskánnum til at sýna fram og heiðra ársins bestu arkitektonisku greinir. Fyri at heiðra fyritøkur av øllum støddum um allan heim. Skráin er fyri arkitektafyritøkur, landslagsarkitektar, verkfrøðingar, innrættingararkitektar og fotografar. Missiónin er at fremja forstáilsi fyri meiningarfullum sniði, og at virka fyri tess menningarmøguleikum fyri positivari ávirkan á gerandisdagin.

Luttakarar verða mettir við støði í hesum treytum: fagurfrøði, nýskapan, ávirkan, fjølbroytni og missión.


Selmar Nielsen, stjóri í SNA, fegnast um heiðurin:

- Millum tær altjóða fyritøkurnar sum senda inn verkætlanir til Architizer, er bert ein lítil prosentpartur útvaldur til heiðurin, ”Special Mention”. Við at koma so langt, og enntá í tveimum bólkum, halda vit okkum hava víst á, at okkara arbeiði skarar framúr. Vit hava eitt sterkt toymi sum rúmar teim evnum og tí serkunnleika, sum skulu til í verkætlanum, sum við tíðini eru vorðnar bæði størri og torgreiddari enn fyrr.


- Í okkara verkætlanum stremba vit eftir at finna fram til, hvat arkitektururin kann skapa sum liður millum nakað sum er verandi og nakað nýtt, sum fungerar væl. Vit hava verið við til at prógva, at í Føroyum eru vit á neyvt sama støði sum uttanlands, tá tað kemur til arkitektur, ráðgeving og byggileiðslu av umfatandi verkætlanum, greiðir Selmar Nielsen frá.

Tær verkætlaninar, sum liggja til grund fyri heiðrinum eru: H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum, Vága floghavn, Skúlin á Fløtum og Koblingarstøðin í Húsahaga. Hesar verkætlanir hava eisini tað til felags, at Árni Winther Arkitektar, sum løgdu saman við SNA í 2017 eiga ein týðandi leiklut. Við samanleggingini gjørdist SNA før fyri at varðveita sín samleika við fjøltáttaðum førleikum og fekk uppaftur fleiri dygdir og royndir.


Selmar Nielsen:

- Bæði H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum og útbyggingin av Vága Floghavn vórðu ment í Faerport II samtakinum av: SNA, Árni Winther Arkitektum, LBF og SMJ. Skúlin á Fløtum var kapping, sum Árni Winther Arkitektar vunnu saman við ZETA Arkitektum og Brim Arkitektum. Eftir samanleggingina við SNA helt arbeiðið fram í ráðgevatoyminum, EIND. Koblingarstøðin í Húsahaga er ment av Árna Winther Arkitektum.


Hjá SNA er eitt aðalmál at fremja burðardygga ráðgeving í sambandi við bygging. Vit taka undir við heimsmálunum hjá ST um, at vit øll stutt sagt skulu kunna liva væl nú og geva klótuna víðari til okkara børn í góðum standi. Hjá SNA fegnast vit almikið um, at okkara verkætlanir verða virdar av altjóða samfelagnum.

Vinnarar, finalistar og Special Mentions 2021 eru at finna í hesum leinki: https://winners.architizer.com/2021/Firms/

130 views

Recent Posts

See All

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo