Search

SNA-toymið undangóðkent til verkætlanir undir Bygningsstyrelsen

Updated: Jun 22

Fýra toymi eru vorðin undangóðkend til verkætlanir undir donsku Bygningsstyrelsen. Sum einasta føroyska toymi er SNA-toymið við SNA, Spenn, LBF og PB Consult teirra millum.


Talan er um rammuavtalu, sum merkir, at vit skulu veita ráðgeving í sambandi við uppgavur í Føroyum um nútímansgerð, renovering, innan- og uttanhýsis viðlíkahaldsarbeiði og viðvíkjandi við ný-, til- og umbygging í fyrstu atløgu til byggimál upp í 100 mill. kr. uttan mvg. Somuleiðis skal heildarráðgevin eftir áheitan gera byggisýn og veita stuðul í sambandi við dagligan rakstur. Her kann bæði vera talan um afturvendandi og einstakar uppgávur.


Umframt Bygningsstyrelsen kunnu Ríkispolitiið, dómstólarnir, Ríkisumboðið og Arktisk Kommando í Føroyum gera nýtslu av rammuavtaluni.


Rammuavtalan er galdandi í tvey ár, og kann verða longd tvær ferðir eitt ár.



0 views

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo