© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

SNA vann kappingina um nýggja Langhylin í Gundadali

16/12/2016

 

.
Íblásturin og temaið, sum myndar arkitekturin í nýggja Langhylinum, er “millum fjalli og havið”. At kunna svimja undir himmalhválvinum, móti tí óendaligu havsbrúnni og at koma til lands aftur. Hetta landið sum hevjar seg bratt og grønt. 
Bygningurin liggur í lendinum, í samanrenningini millum økini frá viðarlundini og grøna landslagnum frá Hoydølum. Tvær skivur skera seg gjøgnum landslagið, ið smýgur sær oman gjøgnum bygningin, og letur hylin liggja á einum slætta í millum.
Verandi svimjihøll er væl komponerað, við sínum tríbýtta taksniði. Vit hava stremba eftir at føra hendan greiða geometriðin víðari og at skapa eina nýggja heild burtur úr hesum, í samspæli við tað góða sum longu er gjørt frammanundan. 
Umframt langhylin, er eitt nú eisini ein útihylur, sum skal kunna brúkast alt árið og sum skal hitast við grønari orkuskipan.
Svimjihøllin varð tikin í brúk 18. dec. 1982, fyri júst 34 árum síðani. Spennandi verður at vita, um spakin verður settur í um eitt ár, á 35 ára degnum hjá svimjihøllini.

Deil á Facebook
Deil á Twitter
Please reload