© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Alment hátíðarhald í samband við at Finsen er liðugt

3/11/2017

Finsen
Havnin eigur bygningar, sum mynda býin, og sum siga søguna um, hvat hevur fyrifarist á hesum stað. Stóri guli Kommunuskúlin er ein av hesum bygningum.

Kommunuskúlin er bygdur í ein hestaskógv við stórum innara garði – Kommunuskúlagarðinum. Bygningurin hevur eyðkendan skjøldur út ímóti Niels Finsensgøtu, har reliefmyndin um frálæru hjá Janusi Kamban hongur. Øll kenna eisini auluna við tí stóra veggjamálninginum úr Sjúrðarkvæðnum, sum William Heinesen málaði, og sonurin, Zakarias, hevur hjálpt honum við, er mær sagt. Síðan hava Zakarias og Ingálvur av Reyni málað málningarnar á svalanum.

 

Tey munnu vera mong, sum hava havt tilknýti til hendan bygningin. Nógv minnir og nógvar søgur munnu vera frá tí tíðini, tá Kommunuskúlin var her. Tó alt hevur sína tíð. Nú verður tað ein blandingur av lestrarbústøðum og mentan í staðin.

Men ikki bara nýtslan fer at broytast. Stórar broytingar eru gjørdar í bygninginum. Vit settu okkum fyri at varðveita dygdirnar í bygninginum, samstundis sum vit transformera bygningin soleiðis, at hann avspeglar nýggjar funktiónir. Eyðkendi kommunuskúlin er framvegis, men bygningurin hevur fingið nýggj arkitektonisk element, og meiri dagsljós sleppur inn.

Stóri garðurin er latin upp, so samband nú fæst við Niels Finsensgøtu, Tórsgøtu og Sjúrðargøtu – og eisini Tróndargøtu, har gomlu fimleikahallirnar eru broyttar og gjørdar til ein meira opnan bygning. Hellan í garðinum er fríløgd, og gøtur binda bygning og garð saman við nærumhvørvinum.

 

 

Deil á Facebook
Deil á Twitter
Please reload