© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

Selmar Nielsen Arkitektar í stórari verkætlan uttanlands

Føroyska arkitektavirkið, SNA, hevur fyrrapartin skrivað undir sáttmála við MT Højgaard um at projektera eina stóra verksmiðju í Íslandi.

 

Talan er um eina verksmiðju, sum amerikanska fyritøkan, Silicor Materials, letur byggja á Grundartanga 40 kilometrar uttan fyri Reykjavík. Hon skal framleiða tilfar til sólorkuskipanir og verður 121.000 fermetrar til støddar. Til longdar verður bygningurin heilar 800 metrar.

 

MT Højgaard hevur gjørt sáttmála fyri 1,5 milliard krónur við Silicor Materials um at byggja verksmiðjuna. Selmar Nielsen Arkitektar skal standa fyri arkitektaarbeiðinum og samskipa tað.

 

Í hesum sambandi hevur føroyska fyritøkan eisini gjørt avtalu við íslendsku arkitektafyritøkuna Úti og Inni, sum verður samstarvsfelagi í sambandi við arkitektaarbeiðið.

 

”Vit eru sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa hendan sáttmálan í lag við MT Højgaard. Hetta hevur stóran týdning fyri okkara virki og er ein liður í at menna føroysku ráðgevaravinnnuna,” sigur Selmar Nielsen, stjóri í arkitektafyritøkuni SNA.

 

Verksmiðjan á Grundartanga verður væntandi latin eigarunum í 2018. MT Højgaard og Silicor Materials hava arbeitt saman í eitt ár at fyrireika byggingina, og avtalan hjá MT Højgaard við SNA vísir, at álitið á føroysku ráðgevaravinnuna er stórt.

 

Jóannes Niclassen, stjóri hjá MT Højgaard, sigur, at fyritøkan hevur gjørt avtalu við SNA, tí føroyska fyritøkan hevur neyðugu førleikarnar.

 

”Selmar Nielsen Arkitektar hevur loyst nógvar uppgávur fyrimyndarliga væl, og fyritøkan er eisini í allar fremstu røð tøkniliga. Í allar mátar hevur fyritøkan verið professionell í sambandi við hesar samráðingarnar, so vit gleða okkum til samstarvið,” sigur Jóannes Niclassen.

 

 

Deil á Facebook
Deil á Twitter
Please reload