© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

SNA fingið "Sentral Godkjenning" frá Direktoratet for Byggekvalitet (DIBK) í Norra

SNA hevur nú fingið tí almennu góðkenningina "Sentral Godkjenning" frá Direktoratet for Byggekvalitet (DIBK) í Norra.

Góðkenningin frá DIBK fevnir um "projektering av Arkitektur" á tiltaksklasse  3, sum er hægsti klassi og "Overordnet ansvar for projektering (bygning, anlegg eller konstruksjon, tekniske installasjoner)" á tiltaksklassa 2, sum umfatar miðalstórar byggiverkætlanir eftir norskum málistokki.



"Sentral Godkjenning" er ein  undangóðkenning av fagligu førleikum, útførdum byggiverkætlanum og góðskustýringskipanum hjá SNA.



Hetta er ein týdandi liður í menningarætlanini av fyritøkuni, sum vit hava arbeitt miðvíst fram ímóti seinastu árini, sigur Selmar Nielsen, stjóri á SNA. Nú eru nú vit undangóðkendir, at gerða arbeiðir í Norra á jøvnum føti við norsk og útlendsk feløg, sum eisini hava hesa góðkenning.


Hóast ætlanin framyvir er at bjóða uppá arbeiðir í Norra, kemur høvuðsvirksemi hjá SNA framvegis at verða í Føroyum. Vit meta avgjørt at hendan góðkenningin frá Norra eisini kemur okkara kundum og samstarvspørtum í Føroyum til góðar.
Tí meta vit at SNA við "Sentral Godkjenning" hevur tikið eitt neyðugt stig at hava eina góðkenning, sum kann nýtast í Noreg, men eisini sum ein trygd hjá byggiharrum í Føroyum, sum SNA veitir tænastur til, sigur Selmar Nielsen, stjóri á SNA.


SNA kann bjóða kundum sínum bestu ráðgevingina tá talan er um øll sløg av byggiverkætlanum í Føroyum og uttanlanda.

 

 

Deil á Facebook
Deil á Twitter
Please reload