

Allan Svabo Jónsson - Byggifr./ Cand. Scient. Techn.
Tel. +298 554819 | asj@sna.fo
Allan er útbúgvin byggifrøðingur frá VIA University College í Horsens og Cand. Scient. Techn. í Bygningsinformatik frá Aalborg Universitet. Hann var útlærdur bygningssnikHann hevur verið hjá SNA, síðan 2014. Áðrenn hetta arbeiddi hann fyri Vága kommunu í 2011 – 2012.

Andreas Roel Joensen - Byggifrøðingur
Tel. +298 554810 | arj@sna.fo
Andreas hevur PBA í Byggifrøði frá Erhvervsakademinum í Aarhus og VIA Horsens í 2009. Hann hevur arbeitt hjá SNA síðan 2011 við projektering, fakeftirlit og projektleiðslu. Hevur áðrenn hetta arbeiðsroyndir innan entreprenørvirksemi og á teknistovu hjá LBF.

Anya S. Midjord - Fíggjarleiðari
Tel. +298 554824 | asm@sna.fo
Anya hevur eina Master of Business Administration og eina HD í logistikk. Hon hevur fyrr starvast sum logistikkleiðari hjá Poul Hansen og sum Operations Manager hjá Eimskip og seinastu tíggju árini sumInnkeyps- og goymsluleiðari á Landssjúkrahúsinum.

Árni Winther - Arkitektur
Tel. +298 234196 | aw@sna.fo
Árni er útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole, København, í 1975, á deildini hjá professor Tobias Faber. Eftirútbúgving innan projektstýring, CAD, ljós og byggitilfar. Hevur luttikið í ymsum kappingum, og verið við til at vinna fleiri teirra. Stovnaði teknistovuna í 1979 og hann hevur verið stjóri síðani. Ábyrgdarøki: leiðsla, ráðlegging, skitsering, samskifti. Frammanundan arbeiddi hann hjá Arkitektfirmaet Skaarup & Jespersen A/S og J.P.Gregoriussen, arkitekti MAA.

Bjarni Justinussen - Byggifr., Master í bygningsfysik
Tel. +298 554820 | bj@sna.fo
Bjarni hevur eina Master i Bygningsfysik,SBi, Aalborg Universitet, KBH og eina PBA í Byggifrøði, m.a.k. KEA Byg. Hann hevur arbeitt hjá SNA síðan 2016. Hevur annars arbeitt hjá Københavns Kommunu, Teknik- og Miljøforvaltningen síðan 2011 og hjá KEJD (Københavns ejendomme) í 2010.

Brandur av Reyni Olsen - Arkitektur
Tel. +298 554813 | bro@sna.fo
Brandur er útbúgvin arkitektur á Kunstakademiets Arkitektskole í 2014 og hevur ein BA í Klassiskum tónleiki, guitar 2008. Hann hevur verið hjá SNA síðan 2015. Áðrenn arbeiddi hann sum arkitektur hjá Basis Arkitekter í Kristiansand. Sum modelbyggjari fyri 3xN og var í starvsvenjing hjá Mangor & Nagel í Frederikssund og summarfuglur hjá A-plan.

Brynhild Høgnadóttir - Samskiftisfólk
Tel. +298 554825 | bh@sna.fo
Brynhild Høgnadóttir er eksportingeniørur og master i Professionel Kommunikation fra RUC. Hon hevur royndir sum stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum verkætlanarleiðari í BankNordik og sum prosessfólk hjá TAKS.

Claus Bohn - Arkitekt Ph.d.
Tel. +45 5373 9490 | cb@sna.fo
Claus er útbúgvin arkitektur á Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn í 1998. Hann hevur arbeitt sum arkitektur hjá KHR Arkitekter, SNA og sum sjálvstøðugur konsulentur í sínum egna felag, Arkitekt Bohn. Hann hevur skrivað Ph.d ritgerð á Kunstakademiets Arkitektskole, um evnið ”Indlevelse: arkitektur som sanset oplevelse”, umframt at hann eisini hevur undirvíst á arkitektaskúlanum.

Frans Andersen - Menningarleiðari
Tel. +45 20291562 | fa@sna.fo
Frans Andersen er menningarleiðari hjá SNA. Frans hevur drúgvar royndir sum stjóri í altjóða arkitektafyritøku, har hann í 12 ár hevur verið stjóri og nevndarlimur hjá White arkitektum í Danmark. Frans leiddi toymið, sum í 2017 vann kappingina Nordic Built Cities, við uppskotinum The Eyes of Runavík. Frans er eisini í stýrisbólkinum fyri Medic OUH, sum hevur staði fyri projekteringini av Odense Universitetshospitali. í 20 ár var Frans partaeigari og tekniskur stjóri hjá HS ark a/s.

Gunnar Fossdal Guttesen - Projekt-/teknistovuleiðari
Tel. +298 554811 | gfg@sna.fo
Gunnar er útbúgvin byggifrøðingur frá Byggeteknisk Højskole, Keypmannahavn, í 1989. Frammanundan er hann útlærdur timbursveinur. Gunnar hevur starvast á arkitektteknistovum í Danmark í 25 ár og hevur drúgvar royndir sum prosjekt-, byggi,- og prosjekteringsleiðari á verkætlanum innan gransking og biotek, skúlar, umsiting og bústaðarbygging. Hevur eisini verði teknistovuleiðari hjá Styrelsen for Slotte og Kulturejendomme í Keypmannahavn.

Hanus Dahl Kastalag - Byggifrøðingur
Tel. +298 554826 | hdk@sna.fo
Hanus varð útbúgvin sum byggifrøðingur frá VIA-University College í Horsens á sumri 2018, og er frammanundan útbúgvin byggismiður hjá J.H.R Entreprenørar og Byggivirkinum KBH í ávíkavíst Runavík og á Toftum í 2011. Hann hevur verið hjá SNA síðan heystið 2018, men eisini fyrst sum starvsnæmingur í samband við byggifrøðiútbúgvingina, á heysti 2017.

Harley Joensen - Byggifrøðingur/byggileiðari
Tel. +298 554818 | hj@sna.fo
Harley hevur PBA í Byggifrøði frá VIA Horsens í 2009, er útbúgvin Kloakmeistari frá VIA Horsens í 2010 og útbúgvin húsasmiður hjá sp/f Timbra í Fuglafirði í 2000. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir, bæði úr Føroyum og Týsklandi. Hann hevur umframt royndir á teknistovu og innan entreprenørvirksemi, royndir við undirvísing av byggiteknikarum á Glasi. Hann hevur verið hjá SNA síðan 2011.

Hjalti á Lava - KT-umsitari
Tel. +298 787575 - hal@sna.fo

Høgni T. Hansen - Arkitektur
Tel. +45 5373 9492 | hth@sna.fo
Høgni er útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole, København, í 2003. Hann hevur arbeitt hjá Árna Winther Arkitektum og hjá Kim Utzon Arkitekter. Høgni hevur serligan áhuga fyri, hvussu nýtt finnur saman við mentanararvi, og hevur fakligar royndir innan nýbygging, planlegging og skitsering. Undirvísir dagliga á Kunstakademiets Arkitektskole, København. Høgni er eisini útbúgvin timburmaður.

Inga Katrin Winther - Arkitektur
Tel. +298 234190 | ink@sna.fo
Inga Katrin er útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole, København, í 2012, frá deild 5 hjá Tage Lyneborg professara. Hevur verið tilknýtt teknistovuna síðan 2008. Áður hevur hon havt lestrarstarv á teknistovuni Hasløv og Kjærsgaard í Keypmannahavn.

Ingunn F. Durhuus - Arkitektur
Tel. +298 554817 | ifd@sna.fo
Útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn í 2014 við serritgerð innan restaurering og transformasjón Hon hevur verið hjá SNA síðan 2014. Hon hevur áðrenn hetta verið summarfuglur hjá Albert isfeld og Gudmund S. Hansen í 2006-08. Hjá Fuglark í 2011 og hjá Martin E. Leo í 2010.

Jákup Nielsen - Lesandi í starvsvenjing
jn@sna.fo

Kristian Niclasen - Byggifrøðingur
Tel. +298 554822 | kn@sna.fo
Kristian hevur PBA í Byggifrøði frá Københavns Erhvervsakademi í 2011 og er útbúgvin húsasmiður hjá Høgna Mikkelsen sp/f í Tórshavn í 2004. Verið hjá SNA síðan 2011.

Lars Garrit - Teknistovuleiðari DK /verkætlanarleiðari
+45 53739495 | lg@sna.fo
Lars er útbúgvin byggiverkfrøðingur frá BTH í Haslev. Hann hevur drúgvar royndir sum verkætlanar-, byggi- og projekteringsleiðari. Hann hevur verið deildarleiðari hjá White arkitektum í 10 ár.

Lars Ulrik Larsen - Arkitektur konsulentur
Tel. +45 29902926 | lul@sna.fo
Verkætlanar- og byggileiðari

Leiv Krossteig Mortensen - Byggifrøðingur
Tel. +298 554827 | lkm@sna.fo
Leiv er útbúgvin byggifrøðingur á UCN Aalborg í 2019. Hann er útlærdur timburmaður í 2011.

Poul Raahauge – Konsulentur
Tel. +45 5373 9495 | pr@sna.fo
Poul er byggifrøðingur við drúgvum royndum innan projekt- og projekteringsleiðslu umframt byggileiðslu og fakeftirliti. Poul hevur nógvar royndir við bústaðaruppgávum og –umvæling, herundir gerð av fíggjarætlanum og grundarlagi fyri skema A og B. Hann hevur millum annað verið byggileiðari á báðum byggistigum av umvæling av Askerød-byggingini, eit bústaðarøki við fleiri enn 700 bústøðum.

Robert Thomassen - Arkitektur
Tel. +298 554816 | rt@sna.fo
Robert er útbúgvin arkitektur í 1999 á Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn. Hann hevur arbeitt hjá SNA síðan 2010 og áðrenn hetta í hjá Tórshavnar kommunu við býarplanlegging í 6 ár frá 2003 – 2009.

Selmar Nielsen - Stjóri / Arkitektur
Tel. +298 354812 | Mob. +298 554812 | sn@sna.fo
Selmar stovnaði teknistovuna SNA í 2001. Hann hevur áður arbeitt hjá Holm & Grut Arkitekter og hjá KHR Arkitekter. Hann er útlærdur arkitektur á Kunstakademiets arkitektskole 1996, byggiteknikari á Byggeteknisk Højskole 1989 og húsasmiður í 1987. Hjá SNA hevur Selmarsa uppgáva sum stjóri verið at hava dagligu leiðsluna av fyrtøkuni um hendi, umframt at vera við í menningini av verkætlanum.