top of page

Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

Vav: 800.000 m²

Kappingaruppskot 2020

 

"Stóratjørn – oyggjar á heiði” umboðar eitt heilt nýtt býarslag. Her verður farið verður aftur til siðbundnan føroyskan felagsskab og búseting í stórfingnu náttúruni. Sum skifti frá tí tætta og stundum ódefineraða býarvøkstrinum liggur tann nýggi býarpartunrin við sínum greitt defineraðu og tøttu býlingum, sum verða lagdir varisliga í landslagið og lata pláss vera eftir til órørdan haga.

Tú býrt ikki nær býnum her uppi við Stjórutjørn – tað er nokkso fitt at ganga til handlarnar við Karlamagnusarbreyt og heilt langt oman í Havnar Bio! Her uppi hevur tú í staðin útsýni, mýrar, seyð, klettar, tjarnir og áir.

Verkætlanin savnar seg bæði um teir stóru felagsskapirnar og nærfelagsskapirnar, har ið amboð sum blandað ognarviðurskifti, stigvís útbygging og bygnaðarlig tiltøk skapa ein bý sum er fyri øll. Ein býarpartur í náttúruni við lívd og ljósi, nærlívi og fjølbroytni, sum er burðardyggur, byggibærur og harðførur, sama hvat framtíðin bjóðar

 

Býlingsplássið bindur saman

Í býlingshjartanum liggur býlingsplássið við felagshúsinum. Grannagøtan, sum bindur teir ymsu býlingarnar saman, gongur altíð fram við býlingsplássinum og bindur soleiðis tey ymsu plássini og øll felagshúsini við Stórutjørn saman. Býlingsplássið er karmur um eitt nú felagsmáltíðir, borðtennis, dans, súkkluumvæling, marknaðardag o.t.

Bleyt ferðsla

Ferðslan í økinum verður skipað við einum einføldum vegakervi, sum sleppir so stórum parti av náttúruøkjunum sum gjørligt undan bilferðslu. Høvuðsvegurin (ferðsluvegur við súkklu- og gongubreyt) fær atgongd at Stórutjørn frá Klingruni og verður bundin í rundkoyringina móti norðri frá tí komandi ringvegnum.

Høvuðsvegurin tryggjar, at býlingarnir verða lættir at koma til, og gevur møguleika fyri einføldum busssambandi, við tað at hvør býlingur fær sítt komupláss við høvuðsvegin. Úr høvuðsvegnum greinast einstakar tvørgøtur og geva atgongd at restini av byggingini í økinum.

Brotastrikurnar vísa partar av einum víðfevndum gøtukervi til fólk til gongu og á súkklu, sum gevur teimum møguleika at ferðast bara í tí grøna landslagnum heldur enn eftir súkklu- og gongubreytunum fram við høvuðsvegnum. Teir einstøku býlingarnir eru knýttir saman við grannagøtum, sum binda í gøtur í tí grøna geiranum, sum aftur bindur saman við ítróttaøkið móti vestri, restina av býnum móti suðri og ta gomlu gøtuna móti Sundi, sum leiðir víðari út í landslagið.

Grundgeving hjá dómsnenvdini

Á samkomu í Mullers Pakkhúsi hin 19. mai 2020 vóru vinnararnir til hugskotskappingina, ”Skipan av Stórutjørn” avdúkaðir. Toymið við SNA og Holscher Nordberg sum arkitektar í samstarvi við verkfrøðingafyritøkurnar, LBF og SMJ vunnu 1. virðisløn. Eisini toymið við MAP Arkitektum vann 1. virðisløn. Sambært kappingartreytunum verða tann/tey, sum vinna 1. virðisløn í samlaðu dømingini, knýtt at prosjekteringsarbeiðinum sum ráðgevi at gera forprosjekt til fremstu raðfesting av ætlanini.

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í dómsnevndini, legði soleiðis fyri við grundgevingini fyri at uppskotið hjá SNA vann:

”Verkætlanin, Stóratjørn – oyggjar á heiði, vísir á sannførandi hátt ein nýggjan hátt at skipa býarkenda bygging við atliti at bæði lendinum, har bygt verður, og at umhvørvinum og felagsskapinum, sum byggingin skal vera karmur um. Uppskotið skipar reglufast alla framtíðar bygging sum oyggjar. Við hugskotinum um oyggjar, verður bygt víðari uppá, og styrkjast eyðkenni og mynstur, sum eru í Hoyvík og í nýggja kirkjugarðinum. Bygt verður tættari og miðsavnað, og fáa millumrúmini í uppskotinum av tí sama størri tyngd. Soleiðis verður stórur partur av náttúruni sannførandi vard frá beinleiðis inntrivi, samstundis sum løtt atgongd verður tryggjað til dygdirnar, ið náttúran í økinum bjóðar komandi íbúgvum og eisini øllum øðrum.”

Stóratjørn - Oyggjar á heiði

bottom of page