top of page

Høgni T. Hansen

Høgni er útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole, København, í 2003. Hann hevur arbeitt hjá Árna Winther Arkitektum og hjá Kim Utzon Arkitekter. Høgni hevur serligan áhuga fyri, hvussu nýtt finnur saman við mentanararvi, og hevur fakligar royndir innan nýbygging, planlegging og skitsering. Undirvísir dagliga á Kunstakademiets Arkitektskole, København. Høgni er eisini útbúgvin timburmaður og hevur á heysti 2021 lokið prógv sum DGNB konsulentur.

Høgni T. Hansen
bottom of page