top of page

Byggiharri: Varðin Pelagic

Byggiár: 2016

Bygningsstødd: 2.900 m2 frystigoymsla + 1080 m2 skrivstovur

Slag: Heildarráðgeving

Staðsetingin við gamla Kongaliga einahandilin á Tvøroyri var ein týðandi avbjóðing í verkætlanini. Hesir bygningar eru friðaðir, og tískil var eitt stórt innleiðandi arbeiði við at skipa økið, soleiðis at gamla umhvørvið varð virt, og at pláss gjørdist fyri bæði tí gamla søguliga og nýggja vinnulívinum. Tað var av stórum týdningi, at gomlu bygningarnir høvdu samband við sjógvin. Tískil vóru nýggju bygningarnir snaraðir á og hildu frástøðu til einahandilin.

 

Umframt at skipa økið snúði verkætlanin seg um at projektera 2900 m2 frystigoymslu og 700 m2 skrivstovubygning.

 

SNA hevur verið heildarráðgevi og hevur framleitt tørvslýsing, byggiprogramm og staðið fyri sniðgeving, projektering, projekteringsleiðslu, útboð, uppfylging og fakeftirliti.

Varðin Pelagic 

bottom of page