Byggiharri: Kirkjuráðið á Argjum

Tíðarætlan: Arkitektakapping 2015

 

Uppskotið “Millum linjurnar” letur landslagið renna frítt millum tveir laðaðar grótveggir, ið venda sær móti vakra útsýninum yvir Sandágerð.

 

Við íblástri úr fjallaprædikuni, er kirkjurúmið skapað sum ein fjallasíða undir himmalhválvinum. Kirkjufólkið situr á skráum gólvi, ið fylgir lendinum. Hetta er nýbrótandi í Føroyum, men sæst í kirkjum aðrastaðni í heiminum. Hetta gevur presti eygnasamband við alt kirkjufólkið og skapar størri nærveru millum prest og kirkjufólk.

 

Loftkonstruktiónin skal ímynda skýggj og leiða himmalljósið óbeinleiðis niður í rúmið.

 

Ein steinsett gøta bindur saman bygda økið við Støðlagøtu og grøna landsslagið framvið Sandá. Henda gøtan bindur samstundis saman kirkjuna og missiónshúsið. Gøtan og grótveggirnir mynda tilsamans eitt krossskap.

 

Hátturin, ið bygningurin fylgir landsslagnum millum veggirnar, leiðir tankarnar yvir á ferðina gjøgnum lívið. Frá tí sosiala kaféøkinum móti vesturi og vesturskininum, framvið missiónshøli, fermingarstovu og umsitingarliga partinum til ta heilaga kirkjurúmið móti eysturi. Henda lívsferðin verður undirstrikað við, at staðsett er ein eyka útgongd í eystara endanum. Tankin er, at líkfylgi fylgja kistuni út hendan vegin og kunnu hiðani ganga eftir náttúrugøtu tvørtur um Sandá til kirkjugarðin.

Argja Kirkja - uppskot

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo