Bátahylur á Toftum

Byggiharri: Nes kommuna

Status: Skitsuuppskot

Stødd: 4000 m²

Slag: Heildarætlan

 

Menning av økinum við bátahylin á Toftum

Hetta uppskotið leggur seg eftir at binda saman gomlu søgurnar og nýggju møguleikarnar, sum broytta samferðslukervið hevur við sær. Hugsanin er at menna eitt øki til ung sum gomul, ið tvinnar saman fortíð og framtíð. Pláss verður til fjølbroytt virksemi og tiltøk, eisini vælumtóktu bátastevnuna.

 

Hetta verður gjørt við at:

• Varðveita spor av arvinum sum eina samanhangandi rond um alt økið

• Samantvinna arbeiði og frítíð, ung og gomul, einstøk og felagsskap

• Skipa bygging soleiðis, at ein rúmligur tættleiki fremur felagsskapin

 

Bryggjutromin

Í uppskotinum er bryggjutromin ein reyður tráður, sum lýsir gamalt og nýtt, frítíð og arbeiðslív, øll ættarlið í einum forvitnisligum og skipaðum samanhangi, alt bundið saman av sjóvarmálanum.

Tromin er sum sjóvarmálin runt allan vegin. Her finnast spor av samanspælinum millum land og hav, ein neystatoft, eitt fríøki. Nýggj bussstøð verður staðsett beint við landsvegin fyrst á økinum. Støðin er ein long tekja, sum í øðrum endanum er innilokað við glasi til bíðirúm, kunningarstovu og tílíkt. Undir tekjuni er eisini bilpláss. Her ber til at rigga til til sigling, útróður og annað. Framman fyri busstøðina er torgið og søluhøllin. Fram við torginum er ein leið til eitt umvælt lítið hús, ætlað bátaútleigu og ískiosk. Verandi stálbryggja er umbygd til træbryggju, sum við fjálgum tilfari bindur tromina til eina heild.

 

Torg við søluhøll

Við íblástri frá gomlum lendingum, og frá bátastevnu, er torgið innast í bátahylinum. Torgið skráar móti sjóvarmálanum við eini trom einar 30 cm omanfyri miðal sjógv. Í miðjuni er ein 4 metur breiður dráttur heilt út á sjógv. Har eru eikilunnar feldir næstan niður ájavnt lendið. Millum lunnarnar er ymiskt tilfar, sum myndar eitt vakurt mynstur. Hetta sæst frá bygdini og bústøðunum sum eitt savnandi gólv, ið vísir til gamalt og nýtt. Fram við torginum eru beinkir, borð og básar, bæði sum leys og føst útgerð. Myrku tíðina er hóskandi ljós.

Innasti bátahylurin er fyrst og fremst til smábátar, serliga føroyskar. Tá stevna er, kann verða skipað fyri framsýning av bátum og handverki á torginum. Onnur størri tiltøk kunnu haldast her, og søluhøllin kann tá verða latin upp móti torginum.

Áleggingin er skiftandi, so hon sýnist ymisklig eftir veðrinum - ljós, myrk, skyggjandi, sløtt og ruflut. Tilfarið er kustað og ríput betong, slætt brotið føroyskt grót, sagað brotið føroyskt grót og í støðum blankt pussað grót.

Sum neystabygging liggur søluhøllin móti torginum. Hetta er ein einfaldur bygningur úr timburgrind, ið lyftur tekjuna upp av torginum. Niðast er framsíðan úr glasi allan vegin runt. Hetta gevur gjøgnumskygni millum bygningarnar á staðnum. Í søluhøllini ber til at keypa alt til gerandisdagin. Eisini kann skipast fyri sølu av nýveiddum fiski og sjógæti. Sum henda høll er gjørd, leiðir hon áhuga og forvitni til handlar og matstovur í niðastu hædd á íbúðarbygningunum.

 

Bústaðir og vinnulív

Bústaðir verða bygdir oman á eina betonggrund, sum lívir fram við bátahylinum. Niðast er grundin opin og gjøgnumskygd. Frá torginum ber til at eygleiða virksemi har inni. Matstovur og handlar kunnu lata upp móti torgi og bátahyli. Henda niðasta hæddin er ætlað til vinnuligt virksemi og tilhald hjá ungum og eldri. Innast norðureftir eru neyst. Ein partur av økinum er taktur sum skjól til hagreiðing og lutir. Ytst á nýggja molanum er trappu upp til útsýnispall, har tú eisini kanst fiska, sita í einum skjóli í trappuni og síggja nýggja lívliga miðstaðarøkið til øll.

Oman á grundini standa bústaðirnir. Pláss er fyri millum 20 og 25 íbúðum millum 70 og 130 fermetrar hvør. Íbúðirnar eru á aðru, triðju og fjórðu hædd. Móti bátahylinum eru stór vindeygu í regluligum mynstri sum eitt róligt baksýni í økinum. Vestantil er svali og stór skiftandi vindeygu móti frálíka útsýninum.

Ein partur av íbúðunum er ætlaður eldri og rørslutarnaðum. Her er lyfta til tey, sum eru illa gongd. Íbúðirnar verða bygdar úr timburelementum. Klæðing er úr timbri, vindeygu aluminium og tekja úr sinusplátum. Øll byggingin verður gjørd samsvarandi fremstu háttum innan burðardyggari bygging.

 

Bátasmiðja við vátdokk, matstova og sali

Frá bátaútleiguni gongur leiðin norður til bátasmiðjuna. Sum gomlu pakkhúsini er hetta ein einfaldur bygningur við einfaldari innrætting. Sunnast er matstova, sum kann latast upp út í tún móti suðuri. Uppeftir matstovuni er høll, sum kann latast upp inn til matstovuna. Norðanfyri høllina er fínverkstaður, vátdokk og grovverkstaður. Bygningurin hevur sjónliga timburgrind og timburklæðing. Takið er úr sinusplátum. Uttanum bygningin er betong lagt har arbeitt verður, og timbur og grót har fríøki er. Alt í mynstri, sum fríðkar og lýsir virksemið á staðnum.

 

Stigvís menning

Hvørt átak er skipað so, at tað hvørt sær er ein heild. Raðfylgjan í útinning er ikki hugsað at fylgja ávísari gongd. Um tørvur fyrst er á at byggja íbúðir, kann tað verða fyrsta stigið. Tað kann eisini vera, at dagsstovnarnir ynskja sær fríøki í fjøruni, so tað kann koma fyrst. Soleiðis kann heildin mennast, sum kommunan ynskir og hevur tørv á.

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo