Bátahylurin í Leirvík

Byggiharri: Eysturkommuna

Tíðarætlan: Liðug í 2012

Bátahylur

SNA teknaði nýggja bátahyl, sum liggur millum norðara grótkastið, har ferlulegan var og havnaøkið, har Tavan, fiskavirkið, egningarskúrar, Føroya Bjór og Sjóðsavnið eru. Innanst móti bygdini móti vestri, har eisini víkingatoftirnar eru, er staðsett ein bygging, sum minnir um støddirnar í bygdini og gomlu neystabyggingini, sum eru eitt framhald frá verandi býlingi og oman á sjógv, inni í bátahylinum.

Ein stór trappa, ’Fjørutrappan’, er staðsett innast og tætt við kirkjuna og rundkoyringina, ið leiðir borgaran millum sjóvarmála og bygdina. 'Fjørutrappan' er ætlað sum eitt savningarstað fyri virksemi, sum skal koma í økinum á landi og sjógvi.

 

’Neystini’ í Leirvík

Í sambandi við at Landsverk gjørdi nýggjan veg gjøgnjum Leivíkar bygd, vóru nøkur neyst niðurtikin, sum stóðu nakað niðanfyri kirkjuna, áleið har sum rundkoyringin er í dag. Sum nógva staðni í Føroyum, eru tíðirnar broyttar, og hesi neystini vórðu ikki brúkt til neyst upp á gamla mátan, at hýsa bátum. Hinvegin vórðu tey brúkt til ymiskt annað. Harumframt hevur ein vardur bátahylur minkað um tørvin fyri neystum at draga bátin upp frá sjóvnum.

’Neystini’ eru sostatt ikki neyst í orðsins upprunaliga týdningi, men heldur eitt framhald av býlinginum omanfyri á Toftanesi. Ætlanin var, at nýtslan á hesum økinum, skuldi verða meira blandað, men tó hóska til virksemi á landi kring bátahylin og til virksemi í bátahylinum. Millum annað eru staðsettir skúrar til goymslu av reiðskapi hjá bátum  framvið atløgusíðuni. ’Neystini’ innast móti 'Fjørutrappuni' eru ætlað til meira almenn endamál, eitt nú er havnaskrivstova staðsett í aðrari lonini við útsýni yvir bátahylin.

Ein farleið ella promenada er teknað frá innsiglingini til bátahylin og runt bátahylin framvið atløgubryggjuni til innsiglingina á hinari síðuni. Atløgubryggja er gjørd úr azobétimburi.

 

Kumpassrósan

Frá politiskari síðu var ynski um, at bátahylurin bleiv eitt stað, har fólk kom oman at práta og spáka, men eisini steðgaðu og kundu fáa nakað áhugavert at síggja. Í hesum sambandi varð hugsað inn list, sum skuldi staðsetast soleiðis at henda varð sjónlig frá rundkoyringini við kirkjuna. Talan var um at seta list á endaveggin á almenna partinum við ’Fjørðutrappuna’. Eisini var ætlanin, at tey, sum gingu á promenaduni kring bátahylin, kundu uppliva list á landi og møguliga á sjónum eisini.

Kumpassrósan á sunnara kistu við innsiglingina, var ein partur av hesi ætlan. Kumpassrósan var eitt samstarv millum SNA og Niels Paula Lamhauge, sniðgeva úr Syðrugøtu og evnað av Guðrið Poulsen, keramikara.

 

Gelendari er gjørdur í Norðragøtu á verkstaðnum hjá Áway.

Kumpassrósan ímyndar gomlu høvuðsættirnar, norðan, sunnan, vestan og eystan og síðani hinar millumættirnar: útsynning, landsynning, útnyrðing, landnyrðing og at enda aftur millumættirnar av hesum. Tølini á kumpassrósini umboða nýggju kumpassina við tølunum frá 0 – 360 stig, har 90 stig eru millum hvørja høvuðsætt.

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo