Byggiharri: Føroya Tele

Stødd: 6.600 m2

Ár: Liðugt í 2004

Prísur: 94 mill. kr.

Slag: Nýbygging 

Føroya Tele

Í nýggja høvuðssætinum er tað nógva av virkseminum hjá Føroya Tele í Suðurstreymoy savnað. Eini 170 starvsfólk rúmast í bygninginum.

Størsti dentur er lagdur á at fáa ein arbeiðsligan karm um eina vinnu í stórari broyting. Stutt er millum deildirnar, sum skulu samstarva, eins og stutt er millum tøknirúm og arbeiðsfólkið, sum hevur ørindi har.

Teletøknin er í tí meira afturlatna bygningspartinum, og eisini tey starvsfólkini, sum arbeiða út frá húsinum. Meginparturin av hinum arbeiðsplássunum er í tí opna partinum av bygninginum. Felagshøli eru ímillum hesar báðar bygningspartar.

Bilverkstaður, høvuðsgoymsla, neyðstreymsverk og líknandi er í einum meira einføldum verkstaðarbygningi úr stáli og betongi vestanfyri.

Tann lætti bygningurin eystanfyri fær útsýni norður- og eystureftir. Við at venda bygningin tann vegin, verður sólarupphitingin samstundis avmarkað á arbeiðsplássunum.

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo