Langhylur í Gundadali

Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

Tíðarætlan: Projektering liðug í 2020. Liðugtgerð 2022

Verkfrøði: LBF og SMJ

1. virðisløn í arkitektakapping 2016

 

Umgyrd, sum vit eru av víða Atlantshavinum, tykist hugurin hjá okkum føroyingum at svimja natúrligur. At svimja ímyndar symbolskt møguleikan at fara avstað – og at koma heimaftur. Hetta sum tema myndar arkitekturin í hesum uppskoti; at kunna svimja undir himmalhválvinum móti óendaligu havsbrúnni – og at venda heim aftur til land okkara, ið hevjar seg grønt og bratt.

Natúrliga hallið í fjallalendinum fyri aftan og oman móti havinum hevur tilevnað svimjihøllina. Tvær skivur skera seg eftir longdini í lendið og lata hylin liggja sum ein vatnrættan háslætta í brekkuni. Skivurnar ramma inn tættleikan og intimitetin í fjallalendinum norðanfyri og opinleikan og óendaligu havsbrúnna sunnanfyri.

Tað er eins og landslagið smoyggir sær oman gjøgnum svimjihøllina. 

Tvørtur um skivurnar spennir tekjan seg yvir hylin sum ein krúna, har yvirljós lata upp til himmalin. Svimjarin svimur undir ljósinnkomuni úr erva - aftur og fram millum útsýni til himmal og havsbrúgv sunnanfyri og tættleika og nærleika í grøna skráanum norðanfyri. Á suðurendanum á bygninginum reisir tekjan seg móti Gundadali og skapar rygg til nýggju terrassuøkini framman fyri bygninginum.

Verandi svimjihøll er vælkomponeraður trýbýttur bygningur. Í strembanini eftir at tillaga nýggja langhylin til hendan fína bygning eru takgeometriin og greiðleikin førd víðari. Hervið leggist ikki enn ein markantur og øðrvísi arkitekturur seg afturat tí framman undan fjøltáttaða arkitektoniska umhvørvinum. Verkætlanin roynir at tillaga seg Gundadal og verandi svimjihøll við virðing og í ávísan mun varsemi. Hon er samstundis ein roynd at koma við einum nútíðar anda og haldgóðsku aftrat tí góða, ið longu er.

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo