H_Bygningurin_frá_Havnalagnum_24112017
Atrium LSH
Seingjastova LSH
Eindarstøð LSH
Atrium_skurdur_4_RED
Atrium_skurdur_1 RED
H2 kontrast
H1 kontrast
H0 kontrast
H-1 kontrast
H-2 kontrast

Arbeiðsánari: Heilsu- og Innlendismálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Rakstrarharri: Landssjúkrahúsið

Heildarráðgevi: Faerport II

Tíðarætlan: Byggingin skal verða liðug á vári í 2021

Kostnaðarætlan: H-bygningurin er partur av samlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið, á 652,6 mió. krónur.

 

Hendan verkætlanin er partur av framhaldandi útbyggingini og nútíðargerðini av Landssjúkrahúsinum.

 

Bygningurin fevnir um:

 

·        nýggjan psykiatriskan depil

·        nýggjar seingjadeildir og burðarstovur

·        nýggj høli til rehabilitering

·        nýggjan køk.

·         

Harumframt umfatar verkætlanin neyðug avleidd høli og umstøður til sjúklingar, starvsfólk, tøkni, seingjavask, goymslur og annað.

 

Bygningurin verður staðsettur millum núverandi G- og B-bygning og sjóvarmálan, millum tyrlupalli og róðrarneystið hjá Havnar Róðrarfelagi.

 

Núverandi inngongd verður framvegis nýtt sum høvuðsatkoma, og hiðani verða fólk leidd víðari gjøgnum ein íbindingarstrong yvir í H-bygningin. Tvær hæddir eru við seingjastovum, íroknað burðarstovum og háisolasjónsstovum. Ein inniheldur endurvenjing, konferansudepil og ambulant psykiatri, og ein nýggja kantinu við framleiðslukøki og psykiatriskari seingjardeild. Harumframt er kjallari við parkeringsøki, goymslu og seingjavaski við fleiri tekniskum funktiónum.

Bygningurin savnar seg um eitt atrium í miðjuni øðrumegin og ein innara garð (til psykiatriina) hinumegin. Seingjastovurnar eru einstaklingastovur við plássi fyri avvarðandi at gista og vera hjá sjúklinginum. Hvør stova hevur egið baðirúm.

Arbeitt verður gjøgnum alla verkætlanina fyri at fremja eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi og at gagnnýta serstøku staðsetingina við sjóvarmálan og Sandágerð á bestan hátt.

Landssjúkrahúsið  H-bygningur

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo