Byggiharri: Tórshavnar kommuna

Stødd: 11.600 m2

Kostnaður: 383 mill. kr.

Ár: Ætlaður liðugur 2020

Um 1.000 fólk fara at hava sína dagligu gongd í Skúlanum á Fløtum, 850 næmingar og 150 starvsfólk. Yngstu næmingarnir eru niðast í skúlanum, har tey hava egna inngongd. Teir eldstu eru ovast, har teir eisini hava egna inngongd. Næmingarnir í miðdeild eru mitt í bygninginum, somuleiðis við egnari inngongd. Felagsøkið bindur deildirnar og fjølbroytta virksemið í skúlanum saman í eina heild.

 

Næmingarnir fara bæði at kunna vera atskild og fáa kensluna av felagsskapi, tí samstundis sum grunddeildin, miðdeildin og hádeildin eru sjálvstøðugar, verða tær bundnar saman við einum felagsøki. 

Lyftur úr lendinum

Á økinum, har bygningurin verður bygdur, eru hvørki lagdir ella túgvur, men bara ein fløta. Arkitektarnir hugsaðu tí, at eitt gott hugskot var at lyfta bygningin upp úr fløtuni og soleiðis skapa eina samanhangandi eind. 

Í einum skúla skal vera so mangt annað enn skúlastovur. Í Skúlanum á Fløtum verða tí eisini ítróttarhøll, bókasavn og hølir til heilsufrøðingar, lestrarvegleiðarar, tónleik, smíð, hondarbeiði og náttúrulærugreinir og líknandi. Eisini verða hølir til køk, lærarar og fyrisiting. Handligu lærugreinirnar eru staðsettar soleiðis, at væl sæst inn í stovurnar av felagsøkinum.

Talan er um ein glasbygning í einum reinum formi. Við glasfasadu og betongi á gólvinum skuldu atlit takast til hita og ljóðviðurskifti, og tað er eisini gjørt. Millum annað er glasið litað, so at inniklimaði verður gott.. Litirnir, ið ganga aftur í bygninginum, eru jørðlitir. Á hendan hátt ganga bygningur og náttúra hond í hond.

Økið kring skúlan

Nógv orka er løgd í lendið kring bygningin. Økið rundan um verður vakurt við runnum, tjørn og gøtum kring bygningin. Nógvir hentleikar verða til taks at eggja til kropsligt virkni, millum annað spælipláss, trampolinir, smávøllir og rennibreyt kring skúlan.

Økið kring bygningin er eisini hugsað soleiðis, at skipast kann fyri undirvísing úti. Støðir verða í lendinum, har næmingar kunnu hava køk, seta niður plantur og hava smíð. Skúlagongdin er ikki bara hugsað sum okkurt, ið fyriferst inni, men skal eisini kunna flytast útum í náttúruvakra umhvørvið.

Sum byggiharri ímyndaði Torshavnar kommuna sær, at Skúlin á Fløtum eisini skuldi kunna koma øðrum borgarum enn næmingunum og lærarunum til góðar. So verður eisini. Til dømis kunnu fundir og framsýningar vera í bygninginum, eins og har kann vera kvøldskúli og ítróttaligt virksemi. Ítróttarhøllin er til støddar sum ein vanlig ítróttarhøll.

Í nýggja skúlanum skal vera gott at vera. Næmingar, starvsfólk og borgarar skulu trívast og fegnast um at hava sína dagligu gongd í bygninginum. Okkara uppskot var ein roynd at fáa byggilistina og námsfrøðina at ganga hond í hond.

Ráðgevingin til Skúlan á Fløtum er samstarv millum SNA, Zeta Arkitektar, Brim Arkitekar, LBF og SMJ.

Skúlin á Fløtum

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo