Byggiharri: Vága Kommuna

Tíðarætlan: 2012-14

Stødd: 3.600 m²

Kostnaður: 45 mill. kr.

 

Skúlin er sniðgivin, so hann natúrliga er staðsettur parallelt við skapið í landslagnum. Høvuðsdyrnar eru á norðaru síðu av skúlanum, sum gevur lívd frá vindi. Bygningurin lítur mótvegis bygdini og nýggjum parkeringarplássi sum er bundið í høvuðsdyrnar við gongubrúgv. Tú stígur beint inn í miðøkið, sum er sjálvt hjartað í skúlanum, og hiðani hevur tú framúrskarandi útsýni á sjógv og vøkru Koltur.

 

Miðøkið

Í miðjuni er staðsett eitt hugkveikjandi og fleirvirkið miðøki við miðla-/bókasavni á ovaru hæddini og matstovu í niðaru hæddini. Øðrumegin miðøkið liggja heimastovur, og hinumegin liggja fakhøli. Allar tær sentralu funktiónirnar liggja í miðøkinum, sum bindur allan skúlan saman.

Hæddirnar eru budnar saman við einari stórari trappu, har tær dupultu trappurnar eru sessir, sum virka sum møtipláss fyri allan skúlan. Her kunnu næmingarnir taka sær av løttum og stuttleika sær. Miðøkið vendir sær móti suðuri og makaleysa útsýninum tann vegin. Innanhýsis eru litirnir klárir og sterkir til at stimbra sansirnar hjá næmingunum og til at geva eina kenslu av vælveru.

 

Samband við landslagið

Tá skúlin varð sniðgivin og skipaður, løgdu vit okkum eftir at fáa mest møguligt samband við landslagið rundanum.

Skapið og tilfarið í skúlanum sipa til dimmar klettar og siðbundnu litføgru bygningarnar í Føroyum. Skúlin stígur fram sum ein sterk framsíða og eyðkenni hjá bygdini.

Dururin í neðra gevur atgongd til uttandura økini og til spæliøkini hjá yngru næmingunum. Bygningskroppurin skapar saman við økinum rundan um serstøk útirúm upp at bygninginum.

Skúlin á Giljanesi

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo