Byggiharri: Tórshavnar kommuna

Stødd: 6600 m²

Tíðarætlan: 2010

 

Stórur dentur er lagdur á, at byggiháttur, innrætting, litir, ljós og myndlist skapa eitt kveikjandi læruumhvørvi við áherðslu á uppliving og sjálvvirkni.

 

Á skúlanum eru allir nútímans hentleikar, so til ber at hava fjølbroytt undirvísingarvirksemi, ið er lagað eftir tørvi og fortreytum næminganna.

 

Listamaðurin Edward Fuglø (føddur 1965) hevur prýtt miðhøllina í skúlanum. Listaverkið er myndrond, sum lýsir søgu um næming, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eydnu.

Skúlin við Løgmannabreyt

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo