
Glyvra Kirkja
Glyvra Kirkja
VERKÆTLAN:
VERKÆTLAN:
Glyvra Kirkja
2024
Glyvra Kirkja
Nýggja kirkjan á Glyvrum verður serstøk – ljós og opin, og samstundis fjálg og tignarlig.
Hon tekur støði í leiklutinum, sum fólkakirkjan eigur í dag: eitt stað fyri trúgv og samveru, tónleik og mentan – eitt sjálvsagt frístað mitt í rokaliga gerandisdegnum.
Arkitektoniska hugskotið byggir á einfaldleika, rúmssátt og ljós.
Kirkjan skal bæði røkja sítt andaliga endamál og samstundis vera eitt stað, har bygdarfólk hittast, syngja, minnast og gleðast saman.
Byggiharri:
Kirkjuráðið á Glyvrum
Team:
SNA Arkitektur / Árni Winther Arkitektar
Byggiár:
2024
Stødd:
2.529 m²

Kirkjan er skipað sum ein prosessiónskirkja, har sambandið millum prest og kirkjufólk er kjarnan.
Einfaldir, bogaðir veggir savna rúmið og skapa eina rúmsátt, har kirkjan kennist fjálg – antin nógv fólk eru til staðar ella fá.
Rúmini eru fjølbroytt og kunnu tillagast til bæði guðstænastur, tónleik, listaframsýningar og onnur samkomuhøvi.
Innaru rúmini eru klødd við heitum eikitræi og ull, við detaljum úr messing og keramik.
Tilfarið myndar eina taktila og náttúrliga heild, har ljóð, ljós og rúm ganga saman í stillari javnvág.
Forkirkjan er ljósa og bærilig – eitt stað at møtast eftir Gudstænastu, til kirkjukaffi ella listaliga uppliving.
Ljósið er ein týðandi partur av arkitekturi kirkjunnar.
Um dagin sílar ljósið inn gjøgnum vindeygabondini og smýgur sær varisliga eftir rundaðu veggunum og skørpu kantunum.
Um kvøldið vendir myndin – tá er tað kirkjan sjálv, sum lýsir út í myrkrið, og gerst eitt tekin um lív, ljós og nærveru.

















